Home Fólk og Samfelag Veðurlagsdagur 2025

Veðurlagsdagur 2025

by Lagt út ÓML

6. mars 2025

Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi? Hetta spyr Havstovan sum fer at hava ein veðurlagsdagi Kongshøll 18. mars.

Eru vit fyrireikað?

Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt?

Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í veðurlagsbroytingum?

Hesir vera høvuðsspurningarnir, tá serfrøðingar og onnur áhugað hittast á veðurlagsdegnum, sum Kongshøll verður karmur um týsdagin 18. mars.

Á ársins veðurlagsdegi varpa vit ljós á altjóða viðurkendar ávísar – indikatorar – sum kunnu vísa og samanbera, hvussu lond handfara avbjóðingar, ið veðurlagskreppan hevur við sær.

Við støði í hagtølum og kanningum fara føroysk fakfólk at leggja fram og hugleiða um, hvussu vit í Føroyum handfara veðurlagsbroytingar, meðan roynt verður at knýta hesa vitan til nevndu ávísarnar.

Tiltakið er ókeypis, men tó krevst tilmelding.

Tekna teg til “Veðurlagsdagin 2025” her.

Veðurlagsdagurin 2025 er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum.

Samandráttur av veðurlagsdegnum 2024 er tøkur her.

Kelda og illustratión: hav.fo 6 mars 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More