mandag, april 13, 2026
Home Fólk og Samfelag Góð 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. februar — vøksturin var 0,6%

Góð 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. februar — vøksturin var 0,6%

0 comments

1. februar búðu 54.741 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 327 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var minni enn í undanfarnu tólv mánaðunum, tá hann var 0,7 prosent.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 327 fólkum, sum svara til 0,6 prosent.

Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurMar ’22Mai ’22Jul ’22Sep ’22Nov ’22Jan ’23Mar ’23Mai ’23Jul ’23Sep ’23Nov ’23Jan ’24Mar ’24Mai ’24Jul ’24Sep ’24Nov ’24Jan ‘25199020002010202053.00053.50054.00054.50055.00054.741,0

Burðaravlopið og nettoflytingin minka

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 147 og eini nettoflyting á 180 fólk. Tá hesi mátini verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 2,7 børn fyri hvørji 1.000 fólk, og eitt nettoavlop á 3,3 fólk fyri hvørji 1.000 fólk. Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn frá 1. februar 2023 til 1. februar 2024. Tá var burðaravlopið á 2,9 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1.000 fólk.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.feb

Færri flytingar

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Myndin vísir, at gongdin í bæði til- og fráflytingini hevur verið minkandi fyri hvønn mánað, og gevur ábendingar um, at minkingin heldur fram. 

Tú kanst lesa meira her

Kelda & mynd: hagstovan

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira