Fleiri tóku orðið, tá ið Tórshavnar kommuna hóskvøldið hevði borgarafund um nýggja umhvørvispolitikkin, sum er í gerð.
Perlan í Tórsgøtu var fullsett, tá ið Tórshavnar kommuna hóskvøldið 13. mars skipaði fyri borgarafundi um umhvørvispolitikk.
Endamálið við fundinum at kunna um arbeiðið við nýggja umhvørvispolitikkinum og fáa at vita, hvat borgarar halda vera týdningarmikið at fáa við í politikkin.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, bjóðaði vælkomin og greiddi frá nøkrum av ætlanunum hjá nýggja býráðsmeirilutanum á umhvørvisøkinum. Síðani greiddi Óluva Zachariasen, limur í arbeiðsbólkinum, frá arbeiðinum við umhvørvispolitikkinum, og so var orðið frítt.


Nógv tóku orðið og komu við viðmerkingum og hugskotum. Fleiri vístu á avbjóðingar við umhvørvisviðurskiftum í kommununi í dag, eitt nú kloakkir, dálking við sjóvarmálan og tvørrandi møguleikar at skilja ruskið.
Onkur mælti til at brúka møguleikarnar fyri sólorku á tekjunum, tá ið stovnar verða bygdir í kommununi. Eisini varð mælt til at gera leigutraðir atkomuligar til ein breiðari hóp av fólki, neyva umhvørvisstýring, krøv til dálkandi skip, lendisætlan, verja vátlendini og mangt annað.
Viðmerkingarnar frá borgarafundinum vórðu skrivaðar niður og eru nú partur av grundarlagnum, tá umhvørvispolitikkurin skal orðast. Harumframt er ein talgildur pallur stovnaður á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, har borgarar kunnu koma við hugskotum og viðmerkingum í sambandi við umhvørvispolitikkin.
Mánadagin 17.mars verður fundur við staðbundnu nevndirnar um umhvørvispolitikkin.
Eftir ætlan verður arbeiðið við umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu liðugt einaferð í heyst.


Kelda & myndir: torshavn.fo – mars 2025
