lørdag, februar 7, 2026
Home Fólk og Samfelag Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í februar

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í februar

0 comments

Hetta er 0,1 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør. Arbeiðsloysið er lægst í Sandoyar øki.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í februar var arbeiðsloysið 1,1 prosent, sum er 0,1 minni samanborið við sama mánað í fjør.

Arbeiðsloysið er lægri hjá kvinnum 

Í februar vóru 145 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 36 færri samanborið við í fjør. Í fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 118, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri. 

242 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 16 færri enn í februar í fjør. Arbeiðsloysið hjá teimum var 1,2 prosent við 202 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.

Tú kanst lesa meria her frá Hagstovuni

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira