Home Fólk og Samfelag Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava skrivað undir semju

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava skrivað undir semju

by Lagt út ÓML

Gjørdur er ein eitt ára sáttmáli við eini lønarhækkan á 4,75% galdandi frá 1. oktober 2024. Harumframt er skalagongdin broytt soleiðis, at heilsurøktarar frameftir ganga eina styttri skalagongd. 


Heilsurøktarar, ið starvast á serøkinum fáa dagført arbeiðstíðaráseting, sum ger at tey frameftir verða samsýnt eins og onnur, sum starvast á økinum.

Aðrar smærri broytingar eru eisini gjørdar í sáttmálatekstinum.

Umframt broytingar í lønunum hava partarnir gjørt eina avtalu um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg.

Partarnir hava nú eina avtalu, sum tryggjar, at lív og heilsa ikki verður sett í vanda í sambandi við arbeiðssteðg.

Heilsurøktarafelagið er fjórða felagið sum seinastu mánaðirnar hevur gjørt avtalu um neyðtilbúgving. Hini feløgini eru Starvsfelagið, Kost- og føðslufelagið og Ljósmøðrafelag Føroya.

Kelda: Kommunufelagið 27. mars 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More