Home Fólk og Samfelag Einki asbest í tekjuni á Miðstovninum

Einki asbest í tekjuni á Miðstovninum

0 comments

Teknologisk Institutt hevur kannað tekjuna og einki asbest kann staðfestast. Hetta skriva Tórshavnar kommuna.

Av tí at illgruni var um asbest á Mistovninum, sendi bygningsdeildin hjá Tórshavnar kommunu fyrr í mánaðinum eina roynd til Teknologisk Institutt í Danmark. Kommunan kunnaði tí foreldur um, at tekjan kundi hava asbest í sær.

Svar er nú komið uppá ta royndina, og einki asbest kann staðfestast í tekjuni.

Kortini er ætlanin at skifta tekjuna, og tað arbeiðið byrjar eftir ætlan seinni í vár.

Kelda & mynd: torshavn.fo 31 mars 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More