Home VinnaVinna & Samfelag Landsstýriskvinnan farin til Kina at undirrita heilsufrøðiligar protokollir

Landsstýriskvinnan farin til Kina at undirrita heilsufrøðiligar protokollir

by Lagt út ÓML

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, er í hesum døgum í Beijing í Kina.

    

Endamálið við ferðini er at undirrita tvær heilsufrøðiligar protokollir, ið gera tað lættari hjá føroyskum útflytarum at útflyta ávísar fiskavørur. Við hesum báðum protokollum verður marknaðaratgongdin til Kina víðkað til fleiri vørusløg, enn áður. Protokollirnar fevna um ávikavist vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl. Undirritanin verður á ráðharrastigi í morgin.

Landsstýriskvinnan fer somuleiðis at hitta varauttanríkisráðfrúina, Hua Chunying.

Ávegis til Kina hitti landsstýriskvinnan kinverska sendiharran í Keypmannahavn, har tey umrøddu sínámillum viðurskiftini millum londini við denti á heilsufrøðiligu protokollirnar, ið verða mettar at vera eitt týdningarmikið stig í at betra um handilsviðurskiftini millum londini.

Mynd: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Xuefeng Wang, kinverski sendimaðurin í Keypmannahavn

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More