Í summar letur nýggja svimjihøllin í Runavík upp. Tí hevur verið søkt eftir leiðara og teknikara til ítróttardepilin í Runavík, sum svimjihøllin er partur av.

Runavíkar kommuna hevur sett Sonyu Lara Anne Pratt í starv sum leiðara fyri ítróttardepilin í Runavík.
Sonya er úr Kanada og hevur í meira enn 20 ár starvast sum leiðari av svimjihallum og ítróttardeplum í Danmark. Frá 2004 til 2014 hevur hon havt leiðsluna av trimum svimjihallum í Roskilde kommune. Síðan 2014 hevur hon verið leiðari á Egedals Kultur- og Idrætsfaciliteter, sum fevnir um fleiri svimji- og ítróttarhallir, leikvallir og mentanarhús.
Hon kemur við drúgvum royndum innan leiðslu, fyriskipan av tiltøkum og samstarvi við ítróttarfeløg, skúlar og aðrar áhugabólkar, ið nýta hentleikarnar í ítróttardeplum.
Sonya hevur útbúgving sum Master i Oplevelsesledelse umframt eina rúgvu av skeiðum og viðkomandi útbúgvingum innan rakstur av ítróttaranleggum, svimjing og lívbjarging.
Sonya byrjar í starvinum sum leiðari fyri ítróttardepilin í Runavík 1. mai.
Kelda & myndir: runavik.fo -31-03-2025