Hóskvøldið 8. mai verður Kaldbakshøllin karmur um eitt spennandi og læruríkt tiltak, har umhvørvið er á breddanum. Talan er um eitt fjølbroytt kvøld við áhugaverdum fyrilestrum, tónleiki og virðislønahandanum, har bæði vitan og íblástur eru í miðdeplinum.
Kristianna W. Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs, fer at greiða frá umhvørvispolitikkinum í kommununi og hvørjar ætlanir eru fyri burðardyggari menning í høvuðsstaðnum. Hvat verður gjørt, og hvat kann gerast betri?
Eitt av høvuðsnøvnunum er danski rithøvundurin og umhvørvismiðlarin Gittemarie Johansen, ið fer at halda eina hvassa og kveikjandi framløgu um greenwashing – tað vil siga, tá fyritøkur geva seg út fyri at vera burðardyggar uttan at vera tað í veruleikanum. Hon fer at vísa, hvussu vit sum brúkarar kunnu kennast villleidd og – ikki minst – hvussu vit kunnu læra at síggja ígjøgnum hesar snildir.
Tiltakið verður ikki bara viðkomandi og upplýsandi, men eisini hugnaligt. Guðrið Hansdóttir og Heiðrik á Heygum syrgja fyri tónleikinum, og umhvørvisstuðulin – og virðislønin og Grøna gávan frá Etika verða latin í sambandi við tiltakið. Harumframt verða brellbitar at fáa undan tiltakið og góðbitar og kaffi í steðginum.
Tiltakið er ókeypis og alment. Bussleið 5 koyrir úr Havn av Hálsi kl. 17.18 og aftur úr Kaldbak kl. 19.55, so tað er lætt at velja eina grønari leið.
Kom og fá íblástur, vitan og gott lag í Kaldbakshøllini – eitt kvøld fyri framtíðina!
Kelda & mynd: torshavn.fo