fredag, december 5, 2025
Home Fólk og Frítíð Sólorka til Svimjihøllina í Gundadali

Sólorka til Svimjihøllina í Gundadali

0 comments

Í samsvar við Grønu leiðini og samgonguskjalið hjá verandi samgongu, har eitt av málunum er at minka um CO2 útlát frá kommunalu bygningum, ynskir umsitingin heimild at gera útbjóðingartilfar og at bjóða út sólorkuskipan til Svimjihøllina í Gundadali.

Tórshavnar kommuna er í einari støðuga tilgongd at knýta kommunalu bygningarnar í varandi orkukeldur. Sambært umhvørvispolitikkinum hjá kommununi er tað týdningarmikið, at “ymisk orkusparandi átøk verða gjørd, tá ið bygningar hjá kommununi verða umvældir, og tá ið nýtt verður bygt.” Samstundis er hetta eisini ein liður hjá Tórshavnar kommunu at fylgja við allari tøkniligari framgongd og vera við í áhaldandi menningini innan aðrar orkukeldur.

Málið kemur fyri á býráðsfundinum seinni í dag sum sjeynda mál á skránni.

Kelda & myndir: torshavn.fo 22-05-2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira