Home Fólk og Samfelag Frítíðarskúlin í Kollafirði reistur

Frítíðarskúlin í Kollafirði reistur

0 comments

Fríggjadagin var reisigildi í nýggja frítíðarskúlanum í Kollafirði.

Barnagarður Í Kollafyrði Reistur 4.7.25 16

Umstøðurnar hjá frítíðarskúlanum hava leingi verið alt annað enn nøktandi, men nú kunnu kollfirðingar gleða seg til at fáa ein spildurnýggjan frítíðarskúla, sum eisini skal hava tilboð til ung um kvøldið.

Articon stendur fyri arbeiðnum, sum gongur væl, og eftir ætlan verður bygningurin avhendaður í februar 2026.

Samlaði byggikostnaðurin er umleið 23 mió. krónur.

Til reisigildið fríggjadagin segði Elsa Berg, borgarstjóri, millum annað:

“Við nýggja frítíðarskúlanum verður alt námsfrøðiligt virksemi í Kollafirði samlað við Botnánna. Her er barnagarður, skúli við spæliplássi, svimjihøll og ítróttarhøll, og byggingin av frítíðarskúlanum er eisini ein liður í at skipa eitt trivnaðarøki í bygdini, sum verður eitt savningarstað hjá bygdafólkinum.

Alt hetta er mitt í einum góðum náttúruumhvørvi við haga, dali, viðarlund og ikki minst ánni, sum tit brúka nógv. Tit í frítíðarskúlanum hava dugað væl at brúka teir møguleikar, tað gevur at hava náttúruna beint uttanfyri hurðina.

Og skjótt verða karmarnir innandura so góðir, at tit eisini fáa fleiri møguleikar í tykkara innandura virksemi, so frítíðarskúlin við Botnánna veruliga kann gerast staðið hjá børnum og ungum í Kollafirði.

Eg fari her at takka tykkum øllum, sum komin eru her í dag, og øllum tykkum, sum við dugnaskapi byggja og standa fyri byggingini. Eg skal býráðsins vegna ynskja tykkum bestu eydnu við arbeiðinum víðari, og at gangast má tykkum øllum væl.

Takk fyri.”

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More