Home Fólk og Samfelag Tveir nýggir kommunulæknar settir í Heilsumiðstøðini í Runavík

Tveir nýggir kommunulæknar settir í Heilsumiðstøðini í Runavík

0 comments

Heilsutrygd boðaði herfyri frá, at frá 1. oktober 2025 verða tveir nýggir kommunulæknar í viðtalu 5 í Heilsumiðstøðini í Runavík. Brynhild Hanusardóttir Reinert og Katrina Clementsen fara at deila starvið í viðtalu 5. Teir byrja í viðtalu 5 tann 1. oktober

Brynhild Hanusardóttir Reinert tók embætisprógv í læknafrøði í 2017 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í vár. Katrina Clementsen tók embætisprógv í læknafrøði í 2016 og væntar at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í august í ár. 

Nýggju kommunulæknarnir í viðtalu 5 eru eitt týðandi stig í at betra heilsutænastuna í økinum. 

Umleið 7.300 fólk búgva í Heilsuøki 2, sum fevnir um Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunur. 

Kelda & mynd: runavik.fo 04. juli 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More