søndag, december 7, 2025
Home Fólk og Samfelag Stívliga 55.000 fólk búðu í Føroyum 1. juli — vøksturin var 0,7%

Stívliga 55.000 fólk búðu í Føroyum 1. juli — vøksturin var 0,7%

0 comments

1. juli búðu 55.042 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 361 fólkum, ella 0,7 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum.

Tann 1. juli búðu fyri fyrstu ferð fleiri enn 55.000 fólk í Føroyum. Tá fólkavøksturin byrjaði í 2013 lá fólkatalið um 48.000. Tað er sostatt vaksið við umleið 7.000 fólkum ella 14,6% síðani tá. 

Tað eru trý ár síðani vit fóru upp um næstu túsund. Í 2017 fór fólkatalið fyri fyrstu ferð upp um 50.000. Árini eftir vaks fólkatalið við umleið 1.000 um árið — 51.000 í 2018 og 52.000 í 2019. Tvey ár seinni, í 2021, vóru vit 53.000. Árið eftir, í 2022, fóru vit upp um 54.000. Trý ár eru liðin, og nú í 2025 eru vit fyri fyrstu ferð fleiri enn 55.000 fólk.

Størri burðaravlop og nettoflyting

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 163 fólk og einari nettoflyting á 198 fólk. Tá burðaravlop og nettoflyting verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 3,0 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eina nettoflyting á 3,6 fólk fyri hvørji 1.000 fólk.

Burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. Nettoflytingin minkaði nakað í mun til undanfarna tíðarskeið, tí meðan færri fluttu til Føroya, vóru uppaftur færri, sum fluttu úr Føroyum. Í undanfarna tíðarskeiði var burðaravlopið á 2,6 og nettoflytingin á 2,3 fyri hvørji 1.000 fólk.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.juli

Færri flyta 

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram meðan gongdin í tilflytingini er meira støðug.  

Fleiri vera fødd

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Mánaðarligi trendurin gevur ábendingar um, at gongdin í føðitalinum er vaksandi meðan gongdin í deyðatalinum er meira støðug.

Fólkatalið í kommununum 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. 

Næststørsti fólkavøkstur var í Sjóvar kommunu, og triðstørsti vøksturin var í Nes kommunu. Á fjórða plássi var Skálavíkar kommuna og síðani Runavíkar kommuna á fimtaplássinum. 

Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyar og Vágs kommunu.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juli 2024 og 2025. 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

jul 2024 – jul 2025

 julimunur
 20242025persónar%
Tilsamans54.68155.0423610,7
Fugloyar kommuna4348511,6
– Hattarvík1418428,6
– Kirkja293013,4
Viðareiðis kommuna333327-6-1,8
– Viðareiði333327-6-1,8
Hvannasunds kommuna420439194,5
– Depil5500,0
– Hvannasund253268155,9
– Múli000
– Norðdepil16116542,5
– Norðtoftir1100,0
Klaksvíkar kommuna5.5315.545140,3
– Klaksvík5.1335.153200,4
– Árnafjørður6665-1-1,5
– Norðoyri160150-10-6,3
– Ánirnar515435,9
– Mikladalur2927-2-6,9
– Trøllanes141517,1
– Svínoy3231-1-3,1
– Húsar404225,0
– Syðradalur, Kalsoy68233,3
Kunoyar kommuna14915232,0
– Haraldssund7370-3-4,1
– Kunoy768267,9
Fuglafjarðar kommuna1.6311.643120,7
– Fuglafjørður1.6191.633140,9
– Hellurnar1210-2-16,7
Eysturkommuna2.3022.30310,0
– Leirvík1.0511.05980,8
– undir Gøtueiði3531-4-11,4
– Gøtugjógv5543-12-21,8
– Skálafjørður, Eysturkommuna5500,0
– Norðragøta641653121,9
– Syðrugøta515512-3-0,6
Nes kommuna1.5631.608452,9
– Nes, Eysturoy379363-16-4,2
– Saltnes16016442,5
– Toftir1.0241.081575,6
Runavíkar kommuna4.3944.427330,8
– Oyndarfjørður12112654,1
– Elduvík1412-2-14,3
– Funningsfjørður555947,3
– Æðuvík9388-5-5,4
– Glyvrar474472-2-0,4
– Lamba15015221,3
– Rituvík34735361,7
– Runavík585575-10-1,7
– Saltangará1.1881.218302,5
– Skipanes525535,8
– Søldarfjørður349329-20-5,7
– Lambareiði111219,1
– Skála774796222,8
– Skálafjørður13613600,0
– Funningur4544-1-2,2
Sjóvar kommuna1.2121.277655,4
– Innan Glyvur8579-6-7,1
– Kolbeinagjógv282800,0
– Morskranes2420-4-16,7
– Selatrað4439-5-11,4
– Strendur1.0311.111807,8
Eiðis kommuna780776-4-0,5
– Eiði69669930,4
– Ljósá333300,0
– Svínáir5144-7-13,7
Sunda kommuna1.8031.794-9-0,5
– Norðskáli31131651,6
– Oyrarbakki162156-6-3,7
– Oyri178177-1-0,6
– Gjógv2218-4-18,2
– Haldórsvík11812132,5
– Langasandur4540-5-11,1
– Tjørnuvík434412,3
– Saksun111219,1
– Hvalvík264256-8-3,0
– Nesvík000
– Streymnes32533051,5
– Hósvík32432400,0
Tórshavnar kommuna23.32423.5131890,8
– Kollafjørður804819151,9
– Oyrareingir363825,6
– Signabøur154150-4-2,6
– Argir2.5482.567190,7
– Tórshavn14.15514.2771220,9
– Kaldbak24525383,3
– Kaldbaksbotnur7700,0
– Mjørkadalur000
– Sund1100,0
– Hvítanes106104-2-1,9
– Hoyvík4.6804.710300,6
– Norðradalur9900,0
– Syðradalur, Streymoy8800,0
– Kirkjubøur7473-1-1,4
– Velbastaður268265-3-1,1
– Hestur1514-1-6,7
– Koltur000
– Nólsoy21421841,9
Kvívíkar kommuna61761700,0
– Kvívík406399-7-1,7
– Leynar11412176,1
– Skælingur131300,0
– Stykkið394012,6
– Válur4544-1-2,2
Vestmanna kommuna1.2641.259-5-0,4
– Vestmanna1.2641.259-5-0,4
Vága kommuna2.2082.202-6-0,3
– Sandavágur1.0281.024-4-0,4
– Miðvágur1.1341.13510,1
– Vatnsoyrar4643-3-6,5
Sørvágs kommuna1.2451.25380,6
– Sørvágur1.1511.15650,4
– Bøur686911,5
– Gásadalur1315215,4
– Mykines131300,0
Skopunar kommuna485478-7-1,4
– Skopun485478-7-1,4
Sands kommuna53253861,1
– Sandur53253861,1
Skálavíkar kommuna1381723424,6
– Skálavík1381723424,6
Húsavíkar kommuna10611154,7
– Dalur363825,6
– Húsavík606446,7
– Skarvanes109-1-10,0
Skúvoyar kommuna3735-2-5,4
– Skúgvoy3230-2-6,3
– Stóra Dímun5500,0
Hvalbiar kommuna632629-3-0,5
– Hvalba566563-3-0,5
– Sandvík666600,0
Tvøroyrar kommuna1.7511.728-23-1,3
– Froðba266255-11-4,1
– Trongisvágur533525-8-1,5
– Tvøroyri869862-7-0,8
– Ørðavík2529416,0
– Ørðavíkslíð5857-1-1,7
Fámjins kommuna7471-3-4,1
– Fámjin7471-3-4,1
Hovs kommuna10610710,9
– Hov10610710,9
Porkeris kommuna32032882,5
– Porkeri32032882,5
Vágs kommuna1.3471.327-20-1,5
– Vágur1.3471.327-20-1,5
Sumbiar kommuna33433510,3
– Lopra68821420,6
– Sumba250242-8-3,2
– Víkarbyrgi000
– Akrar1611-5-31,3

Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda:Hagstova Føroya

Kelda: hagstovan 11 aug. 2025 Mynd: 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira