onsdag, november 12, 2025
Home Fólk og Samfelag Nes Kommuna snotuliga og informativa heimasíðu

Nes Kommuna snotuliga og informativa heimasíðu

0 comments

Tað er ymiskt hvussu kommunur seta upp teirra heimasíður, her er dømið um eina síðu sum gevur borgarunum skjóta og góða kunning.

Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í Nes kommunu

Grein frá 18 juli 2025 – kelda nes.fo

Seinnapartin var Súnhild Langgaard, Nes , sum er borgari nr. 1600, boðin á kommunuskrivstovuna, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði henni eina minnisgávu og blómur. Minnisgávan eru tveir stakar, sum Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, hevur evnað.

Súnhild Langgaard er ættað av Strondum, men flutti fyri stuttum í Nes kommunu, nú hon varð gift við Beinir Langgaard á Nesi.

Seinastu árini er fólkatalið í Nes kommunu økt munandi. Herfyri fór fólkatalið í Nes kommunu upp um 1600. Frá januar 2020 til juli 2025 er fólkatalið økt frá 1338 til 1610, ella við 272 fólkum, sum er 20,3 pct.

Á myndini: Súni í Hjøllum, Súnhild og Beinir Langgaard

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira