søndag, december 7, 2025
Home Fólk og Samfelag Fara at kanna handfaringina av málinum um hekkuportrið

Fara at kanna handfaringina av málinum um hekkuportrið

0 comments

Seinastu vikurnar hevur nógv umrøða verið av málinum um myndina av hekkuportrinum umborð á Galaxy.

Sjóvinnustýrið tekur sær av at kanna trygdina umborð á Galaxy. Upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar, hava tó gjørt, at spurnartekn kann setast við, hvussu Strandferðslan hevur handfarið málið. 

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Strandferðsluni, hevur tí gjørt av at fara at kanna, hvørt Strandferðslan hevur handfarið málið á nøktandi hátt. Hetta sigur Jóhan Christiansen (Tjóðveldi) ið er landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.

Kelda & mynd: fisk.fo 7 okt. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira