Ogn og skuld uttanlands eru gjørd upp til og við 2024. Ognir uttanlands er vaksnar við 2,8 milliardum krónum og skuldin er vaksin við 3,3 milliardum krónum. Hetta skrivar Hagsotvan
Nettoogn føroyinga uttanlands minkaði við 465 milliónum krónum í 2024. Ognir føroyinga uttanlands vuksu við 2,8 milliardum krónum úr 44,5 milliardum krónum upp í 47,4 milliardir krónur. Tað almenna eigur størsta partin av hesum vøkstri. Uttanlandaskuldin vaks við 3,3 milliardum krónum úr 39,4 milliardum krónum upp í 42,7 milliardir krónur. Hetta komst serliga av, at ikki-fíggjarlig feløg øktu um sína skuld við stívliga 2,5 milliardum krónum.