Tórshavn, 16. oktober 2025 (D&V) – Nýggj skjøl vísa, at Fiskimálaráðið longu 19. september fekk eina formella ávaring frá ICES um, at stórar skerjingar vóru á veg í makrel- og svartkjaftakvotunum fyri 2026.Í brævinum, undirskrivað av Colm Lordan, formaður í Advisory Committee hjá ICES, stendur millum annað:
“We expect that there will be large reductions in the advice for mackerel … and blue whiting … when the advice is published on 30/09/2025.”
Tó varð hvørki løgmálarin ella Løgtingið kunnaði um hesa ávaring. Tað merkir, at Fiskimálaráðið hevur afturhildið tíðandi upplýsningar, og at fíggjarlógin tí er viðgjørd á skeivum grundarlagi – uttan at taka hædd fyri teimum skerjingum, sum nú eru staðfestar frá ICES.
Politiskar avleiðingar
Løgtingsmaðurin Jacob Vestergaard sigur í kvøld, at hetta er ein álvarsligur demokratiskur trupulleiki. Fyrrverandi ráðharri og nú borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, heldur, at sitandi fiskimálaráðharri skuldi havt kunna løgmann beinanvegin, og at hann ikki hevur røkt starvið á fullgóðan hátt.
Fleiri tinglimir søgdu fyrr, at Vestergaard var “frekur”, tá hann legði ráðharran undir at lúgva. Í dag er komið fram, at hann hevði rætt.
Rættartrygdin í vanda
Málið reisir álvarsligar spurningar um hvussu álítandi løgtingsarbeiðið er, tá ráð hava afturhildið so týðandi upplýsningar undir viðgerðini av fíggjarlógini.
Her er skrivið: Hetta er frá D&V 16 okt. 2025 – KVF

