tirsdag, november 11, 2025
Home TP Nýggjur handil í Havn

Nýggjur handil í Havn

0 comments

30 oktober lat nýggjur handil upp í søguligu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn. Her fara Sport 24 Outdoor, Sirri og Østrøm at húsast – øll undir sama taki.

Østrøm heldur fram í verandi hølum við einum breiðum úrvali av sniðgivnum føroyskum vørum.
Sport 24 Outdoor bjóðar klæðir og útgerð til frílívið, meðan Sirri m.a. selur tógv og troyggjur úr føroyskari ull.

Eitt serligt eyðkenni við nýggja handlinum er stóra vevin, sum bæði ferðafólk og skúlanæmingar fáa høvi at royna – og á tann hátt fáa innlit í føroyskan sið- og mentanararv.

Tórshavnar kommuna fegnast um nýggja handilin og gleðist um vaksandi útboðið av góðum handlum í býnum, og at dentur samstundis verður lagdur á føroyskt tilfeingi, varðveitslu av søguligum bygningum og mentanarlig virði.

Tillukku!

A cozy shop interior featuring wooden furniture, yarn displays, and people engaged in crafting activities.
A retail space showcasing camping gear, including a yellow tent, bicycles, chairs, and various outdoor accessories on display.
A cozy shop display featuring wooden lamps, colorful textiles hanging in the background, and various accessories in wooden boxes.

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira