torsdag, juni 11, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Formaðurin í Føroya Reiðarafelag sigur, at vit ikki mugu missa fiskivinnusáttmalan við Russland

Formaðurin í Føroya Reiðarafelag sigur, at vit ikki mugu missa fiskivinnusáttmalan við Russland

0 comments

Í viðtalu – video á Norðlýsinum sigur Hanus Hansen stjóri í JFK samtakinum at EU og Bretland hava keypt umleið 30 % meir botnfisk úr Russlandi í fyrru helvt av 2025 í mun til somu tíð í 2024. Hetta hendir meðan EU ynskir at vit skulu seta tiltøk í verk móti Russlandi og sum kann fáa álvarsligar fylgir fyri okkum. Hvar var EU tá vit royndu at økja okkara uppisjóðarkvotur, vit sluppu sjálvt ikki inn í danskar havnir, sigur Hanus Hansen við Norðlýsið

Mynd:24.fo

Vera tiltøkini móti russisku reiðaríunum samtykt, sendir tað eitt keðiligt signal til russar, sum vit hava arbeitt so væl saman við í so nógv ár, sigur Hanus Hansen.  Kelda: Norðlýsið 11 nov. 2025

Hanus Hansen, stjóri JFK
Hanus Hansen, stjóri JFK

Hetta kemur at hava álvarsligar fylgir fyri Føroyska fiskivinnu. Russar hava longu boða frá, at vit sleppa ikki at selja fisk til Russlandi um hesi feløg verða boykhátta. Í dag er Russland ein sera stórur marknaður fyri sild og makrel. Um sáttmálin í Barentshavinum eisini verður ávirkaður, so missa vit 60% av tí vit vanliga hava fiska í Barentshavinum.  Tey reiðaríðir ið fiska í Barentshavinum hava júst gjørt stórar íløgur í nýggj skip, og um vit missa 60% av tí vit eri vanir at fiska í Barentshavinum so sigur tað seg sjálvt, at tað tolir eingin og vanti eg, at tey skipini verða seld og tað sum eftir er av kvotu verður fiska av øðrum skipum og fleiri manningar kunnu tí missa arbeiði. Eg vil heita á føroyskar politikarar um at royna at hava dialogin og gera tað sum er best fyri Føroyar.

  Kelda Norðlýsið og greinin er gjørd út frá brotum úr video hjá Norðlýsinum. Leinkja til video sæst her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira