søndag, december 7, 2025
Home VinnaVinna & Samfelag Føroyar søkt um at gerast sjálvstøðugur limur í WTO

Føroyar søkt um at gerast sjálvstøðugur limur í WTO

0 comments

    

Føroyar hava í dag 20 nov. 2025 latið aðalskrivaranum í Heimshandilsfelagsskapinum, WTO, umsókn um sjálvstøðugan limaskap. Sostatt er hol sett á tilgongdina at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í hesum týdningarmikla altjóða felagsskapi.

“Talan er um eitt stórt stig fyri Føroyar. Tað byggir á umfatandi arbeiði sum, tá ið komið verður á mál, fer at vísa seg at verða virðismikið í áhaldandi arbeiðinum at tryggja marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning á marknaðum um allan heim”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.

Miðað verður eftir, at umsóknin verður viðgjørd á komandi WTO-ráðsfundinum í desember.

“Eg havi eina vón um, at tað fer at bera til at koma á mál við hesum arbeiði innan trý ár”, leggur Sirið Stenberg afturat.

Kelda & mynd: uvmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira