mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunustjóri

Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunustjóri

0 comments

Klaksvíkar kommuna hevur sett Sonna Óla Djurhuus í starv sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu

Sonni er útbúgvin lærari í 2003. Hann hevur tikið eina BED í pedagogiskari leiðslu á Fróðskaparsetri Føroya í 2020. Harumframt hevur hann aðrar viðkomandi útbúgvingar.  

Sonni er 51 ár og hevur drúgvar leiðslu- og stjóraroyndir innan bæði privata og almenna geiran.

Hann hevur verið handils- og deildarleiðari í handilsvinnuni og hevur í fleiri umførum verið skúlastjóri. M.a. stóð hann fyri at leggja saman tríggjar skúlar, til tað vit í dag kenna sum Skúlan við Streymin í tíðarskeiðinum 2016 til 2023.

Síðani 1. apríl 2023 hevur Sonni verið stápsleiðari í sjúkrahúsverkinum.

Sonni sigur sjálvur: “Eg fari komandi tíðina at seta meg inn í viðurskiftini í kommununi og tosa við politikarar, leiðarar og starvsfólk bæði í fyrisitingini og á stovnum í kommununi, síðani fara vit saman at seta á skrá, hvat vit raðfesta at arbeiða við komandi fimm árini”.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at Sonni tekur við starvinum 1. februar 2026.

Vit ynskja Sonna hjartaliga til lukku við starvinum. 

Kelda & mynd: klaksvik.fo 26-11-2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira