mandag, januar 19, 2026
Home TP Uppskot til serstaka byggisamtykt fyri kampusøkið – Almenn hoyring

Uppskot til serstaka byggisamtykt fyri kampusøkið – Almenn hoyring

0 comments

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 11. desember 2025 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Kampusøkið. Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bygningar til skúlaskap, heilsurøkt, umsiting, lestrarbústaðir og tílíkt.

Uppskotið fevnir um matrikklarnar 1011b, 1016, 1017d, 1031g, 1035c og 1035h í Tórshavn og part av matrikklunum 932a, 1020a og 1025b í Tórshavn.

Uppskotið sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 16. desember 2025 til 7. februar 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. februar 2026.

Kelda: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira