mandag, januar 19, 2026
Home TP Borgarstjórin vitjar dagstovnar

Borgarstjórin vitjar dagstovnar

0 comments

Seinastu tíðina hevur Elsa Berg, borgarstjóri, vitjað ymsar dagstovnar runt um í kommununi.

Endamálið er at hitta starvsfólkini og at kunna seg um ymisk viðurskifti á stovnunum, sum hóast sama yvirskipaða endamál eisini eru rættiliga ymiskir.

Mánadagin vóru Elsa Berg og Anna Dalsgaard, eindarleiðari hjá Barna- og ungdómsdeildini, og vitjaðu dagstovnin á Argjum, har Elin Norðberg Wenningsted Tausen, leiðari, vísti runt á stovninum og greiddi frá.

Stovnurin er bygdur í 1988 og treingir til ábøtur. Tilsamans 61 børn eru á dagstovninum á Argjum, har av 43 ganga í barnagarði og 18 í vøggustovu. Stovnurin hevur 19 fólk í føstum starvi.

Av Argjum gekk leiðin til Smílibýlið, sum er frítíðarskúlin hjá børnum í 1. og 2. flokki í Eysturskúlanum. Allan Mortensen, leiðari, greiddi frá virkseminum hjá frítíðarskúlanum. Smílibýlið er granni hjá Lágargarði í Stoffalág, men húsast eisini í Garðalon í Eysturskúlanum. Í løtuni er 1. flokkur í Smílibýlinum og 2. flokkur í Garðalon.

Tilsamans 77 børn ganga í frítíðarskúlanum, sum hevur 12 starvsfólk.

Elin N. W. Tausen, leiðari, greiddi frá virkseminum og umstøðunum á dagstovninum á Argjum
Dagstovnurin á Argjum varð bygdur í 1988
Anna Dalsgaard, eindarleiðari, Allan Mortensen, leiðari á Smílibýlið, og Elsa Berg, borgarstjóri. 77 børn úr 1. og 2. flokki ganga í frítíðarskúlanum

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira