søndag, marts 8, 2026
Home TP - TÓRSPORTALURIN Her er úrslitið av eldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu

Her er úrslitið av eldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu

0 comments

Atkvøðugreiðslan til eldraráðsvalið endaði í dag klokkan 16, og atkvøðurnar eru nú taldar. Av teimum 14 valevnunum, ið stillaðu upp, eru fimm limir og tríggir varalimir valdir í Eldraráðið.

Úrslitið merkir, at Jóhan Carl Dam, Leivur Hansen, Marjun Poulsen, Annemi L. Joensen og Bergljót av Skarði eru vald í nevndina, meðan Marin Rasmussen, Lissi Hansen og Did Nicolajsen eru vald sum varalimir. Nýggja nevndin tekur við frá 1. januar 2026 og situr fram til 31. desember 2028.

 Atkvøðubýtið sært tú her:

 Nr. ValevniAtkvøður
1.Jóhan Carl Dam688
2.Leivur Hansen282
3.Marjun Poulsen273
4.Annemi L. Joensen245
5.Bergljót av Skarði245 
6.Marin Rasmussen182
7.Lissi Hansen180
8.Did Nicolajsen166
9.Fríðálvur A. Jensen164
10.Ingrid S. Henriksen143
11.Jens Peter Jensen85
12.Ejler Johannesen74
13.Bozena Rasmussen37
14.Bjørn Elison29

Valluttøka

5656 høvdu valrætt til eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu. 2571 greiddu atkvøðu talgilt, meðan 222 greiddu atkvøðuna við brævi. Valluttøkan var sostatt 49,4 prosent í mun til 45,6% í 2020. 

Talgilda atkvøðugreiðslan riggaði væl

Eldraráðsvalið 2025 er fyrsta val, har tað hevur borið til at greiða talgilda atkvøðu. Borgarar kundu velja á Vanganum við snildfon, teldli ella teldu og kundu sostatt greiða sína atkvøðu, tá teir vildu, og har teir vildu. Atkvøðugreiðslan á Vanganum hevur riggað væl, og sum tað sæst á valluttøkuni er talgildi valmøguleikin nógv brúktur.

Kelda & mynd: torshavn.fo 15-12-2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira