mandag, april 13, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Virðið á útfluttum makreli vaksið knappar 800 milliónir krónur. Hetta skrivar Hagstovan

Virðið á útfluttum makreli vaksið knappar 800 milliónir krónur. Hetta skrivar Hagstovan

0 comments

Samlað varð útflutt fyri 13,4 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá desember 2024 til november 2025. Tað eru góðar 926 milliónir krónur meira enn undanfarna skeið.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin nærum 980 milliónir krónur, ella góð 8 prosent. Útflutningurin av fleiri av týdningarmestu fiskasløgunum, so sum toski, hýsu, upsa og makreli, er vaksin, meðan útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi minkaði 40 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein minking á 0,7 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks 17,1 prosent. Hetta svarar til at virðið fyri hvørt kilo er lækkað 15 prosent.

Útflutningsvirðið á makreli er vaksið yvir 790 milliónir krónur, ella 65,6 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við góðum 19 prosentum. Hetta svarar til, at virðið fyri hvørt kilo er vaksið við nærum 39 prosentum.

Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 desember – novembermunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans12.484,413.410,7926,37,4
Fiskavøruútflutningur11.651,512.629,9978,48,4
00900 – Laksur6.027,55.987,5-40,0-0,7
01200 – Svartkjaftur26,547,821,380,1
01300 – Toskur1.020,41.373,8353,434,6
01500 – Hýsa158,9250,491,657,6
02100 – Upsi287,2442,5155,254,0
03600 – Sild564,7488,0-76,7-13,6
03800 – Makrelur1.205,31.996,5791,265,6
04001 – Lodna21,116,3-4,7-22,5
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði458,4411,6-46,8-10,2
08601 – Fóður620,5407,2-213,2-34,4
09700 – Fiskamjøl502,8320,1-182,7-36,3
09800 – Lýsi37,09,5-27,5-74,3
Annar fiskur721,2878,6157,421,8
Ikki fiskur832,9780,8-52,1-6,3

Kelda:Hagstova Føroya

Vøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 desember – novembermunur
 2023-242024-25tons%
Tilsamans646.572,9613.207,6-33.365,3-5,2
Fiskavøruútflutningur571.266,4518.804,9-52.461,6-9,2
00900 – Laksur91.989,5107.731,715.742,117,1
01200 – Svartkjaftur9.452,615.765,16.312,566,8
01300 – Toskur18.896,319.712,8816,54,3
01500 – Hýsa6.530,06.925,1395,26,1
02100 – Upsi10.871,613.356,42.484,822,9
03600 – Sild57.657,548.057,2-9.600,3-16,7
03800 – Makrelur78.689,693.944,415.254,819,4
04001 – Lodna3.075,4719,6-2.355,9-76,6
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði184.218,0132.233,8-51.984,2-28,2
08601 – Fóður40.137,028.536,5-11.600,5-28,9
09700 – Fiskamjøl40.490,021.943,1-18.546,9-45,8
09800 – Lýsi1.451,9960,4-491,5-33,9
Annar fiskur27.807,228.919,01.111,84,0
Ikki fiskur75.306,594.402,719.096,325,4

Kelda:Hagstova Føroya

Útflutningurin av fiskavørum skift á landaøki

Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES og til “Asia annars” – fyri tað mesta Kina. Útflutningurin til ES er vaksin við yvir einari milliard krónum. Harav er útflutninginum til Niðurlond vaksin við 291 milliónum krónum, og til Póllands við 272 milliónum krónum. Útflutningurin til “Evropa annars” er minkaður góðar 284 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Ukraina vaksin við 21 milliónum krónum, og útflutningurin til Bretlands er minkaður við 137 milliónum krónum. Útflutningurin til Miðeysturs er vaksin 83,3 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Sameindu Emirríkini vaksin við 38 milliónum krónum og útflutningurin til Ísraels vaksin við 33 milliónum krónum.

Útflutningur av fiskavørum skiftur á landaøki

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 desember – novembermunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans11.651,512.629,9978,48,4
ES (27_2020)5.550,86.561,61.010,818,2
Evropa annars3.349,03.010,2-338,8-10,1
Norðurafrika94,6100,76,16,4
Afrika annars65,5148,583,0126,7
Norðuramerika1.675,91.698,522,61,4
Miðamerika og Karibia0,00,00,0
Suðuramerika0,00,00,0
Miðeystur30,5113,983,4273,1
Asia annars885,0996,4111,412,6
Avstralia og Nýsæland0,00,00,0
Oseania og Póløkini annars0,00,00,0
Ógreinað og ókent0,00,00,0

Kelda:Hagstova Føroya

Seks lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Danmark, Spania, Bretland, Russland og Niðurlond. Vend er komin í útflutningin til Russlands sum minkaði nógv, tá laksaútflutningurin til Russlands steðgaði í 2022, men gongdin er nú vaksandi, og útfluttu vit fyri 180,4 milliónir krónur til Russlands í november í 2025. Útflutningurin til USA var í hæddini á heysti í 2023. Síðani hevur útflutningurin verið minkandi og í seinastuni hevur hann verið støðugur. Útflutningurin til USA var á sama støði í november 2025 sum í november 2024.

Tú kanst lesa meira her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira