mandag, april 13, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Vit innflyta fyri næstan 11 milliardir krónur

Vit innflyta fyri næstan 11 milliardir krónur

0 comments

Innflutt varð fyri nærum 11 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá desember 2024 til november 2025. Tað eru góðar 700 milliónir krónur, ella 6,8 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár. Hetta skrivar Hagstovan

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan brennievni og ídnaðarvørur, vaks seinastu 12 mánaðirnar.

Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 137 milliónir krónur, ella 5,6 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. 

Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 261 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 desember – novembermunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans10.284,910.985,3700,46,8
0 – Matvørur og livandi djór2.455,32.592,1136,85,6
1 – Drykkjuvørur og tubbak143,7153,59,76,8
2 – Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni284,2338,754,519,2
3 – Brennievni og aðrar oljur1.523,61.465,8-57,8-3,8
4 – Djóra- og plantuoljur172,7434,1261,4151,3
5 – Evnafrøðiligt tilfar967,31.026,859,66,2
6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni1.373,41.364,4-9,0-0,7
7 – Maskinur, motorar, skip og akfør2.420,42.642,9222,59,2
8 – Ymsar aðrar framleiddar vørur944,1966,622,52,4
9 – Vørur, ikki neyvari flokkaðar0,20,30,290,6

Kelda:Hagstova Føroya

Innflutningur skiftur á lond

Meira er innflutt úr øllum heimspørtum. Innflutningurin úr ES er vaksin knappar 187 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av djóra- og plantuoljum vaksin við 162 milliónum krónum. Innflutningurin úr Norðuramerika er vaksin við 163,5 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta fiskur.

Innflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogfør

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 desember – novembermunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans9.794,710.427,5632,86,5
ES (27_2020)5.246,55.433,3186,83,6
Evropa annars2.720,22.854,6134,54,9
Norðurafrika20,924,13,215,1
Afrika annars16,517,10,74,1
Norðuramerika159,0322,4163,5102,8
Miðamerika og Karibia17,917,3-0,6-3,4
Suðuramerika172,8214,942,124,3
Miðeystur8,09,01,012,5
Asia annars998,11.085,086,98,7
Avstralia og Nýsæland22,828,15,323,4
Oseania og Póløkini annars0,10,10,1126,3
Ógreinað og ókent412,1421,69,42,3

Kelda:Hagstova Føroya

Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lágum støði hesi seinastu tvey árini, hevur innflutningsvirðið verið høgt síðan summarið 2025. Innflutningurin úr ES er hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 500 milliónir krónur um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 200 og 300 milliónir krónur um mánaðin.

Les meira her

Kelda: Hagstova Føroya 16 jan. 2026

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira