mandag, februar 9, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Landsstýrismaðurin á vitjan hjá Hiddenfjord

Landsstýrismaðurin á vitjan hjá Hiddenfjord

0 comments

 

Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, var fyrrapartin á virkisvitjan hjá Hiddenfjord í Sørvági. Á vegnum vestur varð steðgað við alibrúkið í Bug, har landsstýrismaðurin hitti Atla Gregersen, stjóra, ið greiddi frá brúkinum.

Í Sørvági varð greitt frá virksemi felagsins, virðisgrundarlagi og hvussu Hiddenfjord áhaldandi arbeiðir við at menna burðardyggar loysnir at ala. Nýggja alibrúkið í Bug var eitt úrslit av hesum arbeiðinum. 

Harumframt varð greitt frá marknaðunum, sum felagið selur til, og tí, sum Hiddenfjord ger fyri at minka um útlát í sambandi við flutning. Høvi varð tó eisini nýtt til at umrøða avbjóðingar og hvussu loysnir kunnu finnast.

Landsstýrismaðurin fekk samstundis møguleika til at seta spurningar og umrøða viðkomandi viðurskifti við leiðsluna.

Vitjanin endaði við eini rundvísing á virkinum og hugnaligum práti.

Á myndini eru Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, og Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord.

Tíðindaskriv – tvmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira