mandag, april 13, 2026
Home Fólk og Frítíð Býarsavnið flytur inn í Gamla Hospital

Býarsavnið flytur inn í Gamla Hospital

0 comments

23 mars undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og stýrið fyri sjálvsognarstovnin Gamla Hospital sáttmála um, at kommunan yvirtekur gamla hospitalsbygningin.

Undirskrift 2

Gamla Hospital skal brúkast til býarsavnið og skal eisini vísa fram gomlu hospitalssøguna í Føroyum. Gamla Hospital er ein søguligur bygningur í einum søguligum parti av býnum, har Müllers pakkhús og Skeiva pakkhús eru nærmastu grannar.

Kommunan hevur í eina tíð arbeitt við at finna eina loysn fyri býarsavnið, og hetta er eitt stig á leiðini at fáa eitt veruligt býarsavn í Havn.

Býarsavnið eigur nógvar lutir og nýggir lutir leggjast eisini afturat, og tí verður við tíðini neyðugt við einum størri býarsavni.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira