lørdag, maj 9, 2026
Home Fólk og Samfelag Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudagin

Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudagin

0 comments

Sunnudagin 26. apríl kl. 14.00 verður stórt hátíðarhald í Oyndarfirði, í samband við at nýggj standmynd verður avdúkað.

Tað er listakvinnan Lív Ejdesgaard, sum hevur evnað standmyndina, ið kallast Vónarinnar Ljós. Standmyndin er til øll, sum hava mist og er ein møguleiki at steðga á eina løtu og leggja merki til, hvussu ljósið eisini vinnur á sorgini.

Umframt avdúkingina, verða røður og tónleikur á skránni.

Eisini verður bjóða suppa, kaka og drekkamuður.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kelda & mynd:runavik.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira