mandag, juni 22, 2026
Home Fólk og Samfelag Trý fólk handtikin í stórum máli um kokain

Trý fólk handtikin í stórum máli um kokain

0 comments

Føroya Politi handtók í gjárkvøldið trý fólk í sambandi við kanningarbeiði í stórum rúsevnismáli. Fólkini eru skuldsett fyri at hava smuglað fimm kg av kokaini til Føroya og eisini fyri at hava selt størstapartin av hesum í Føroyum.

Handtøkurnar úrslit av miðvísum politiarbeiði

Handtøkurnar í gjárkvøldið eru eitt úrslit av einum skipaðum og miðvísum arbeiði hjá politinum seinastu mánaðirnar. Talan er um eina kvinnu og tveir menn, sum øll eru í tjúgunum og búsitandi í Føroyum. Fólkini vera mett at hava ein stóran leiklut í føroyska rúsevnisumhvørvinum.

Grundlógaravhoyring í dag

Tey handtiknu verða framstillað í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag kl. 10.

Kelda: Føroya Politi 29 mai. 2026 Gjørd mynd AI – illustratión 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira