Home Author
Author

Lagt út ÓML

Síðani Skúlin á Fløtum flutti úr bygningunum á Frælsinum hevur samskifti við millumbilum verið millum Tórshavnar kommunu og Føroya landsstýri um, hvat bygningarnarnir á Frælsinum, ið eru samogn millum landið og kommununa, skulu brúkast til.

Partur av hesum samskiftið hevur snúð seg um skúlabygningin í Hoydølum, ið somuleiðis stendur tómur.

Í eini roynd at finna eina loysn á fleiri avbjóðingum undir einum, eru Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið komin ásamt um at leggja fram eina loysn, ið loysir hølistrupulleikarnar hjá bæði landsmyndugleikunum og kommununi og letur upp fyri, at sjøtul kann setast á stóru campus-verkætlanina hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum.

Fróðskapasetur Føroya heldur í dag til í fleiri bygningum, eitt nú í Sjóvinnuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu. Ein ætlan um at savna Fróðskaparsetrið í einum campus-øki á Frælsinum hevur leingi verið í umbúna.Samstundis hevur kommunalt politiskt ynski verið frammi um at savna alla fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu á einum stað.

Við at flyta Fróðskaparsetrið úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum og út í bygningarnar á Frælsinum og við at flyta fyrisitingina hjá kommununi úr mongu bygningunum í miðbýnum og út í Sjóvinnuhúsið, verða atlit tikin til ynskini hjá bæði Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetrinum.

Í eini avtalu er ætlanin at lata landinum ognarrættin á teimum 40% av samognini á Frælsinum, sum kommunan er eigari av í dag, umframt alla lon 4, móti at kommunan fær gamla studentaskúlabygningin í Hoydølum, og at kommunan samstundis gerst leys av einum gávulyfti, ið Tórshavnar býráð í 1990 gav Fróðskaparsetrinum um at lata lendi til víddar umleið 50.000 m² til nýtt Fróðskaparsetur í Marknagili.

Partarnir eru vorðnir samdir um at avgreiða viðurskiftini sína millum sum avtalur um keyp og sølu heldur enn við makaskiftisavtalu, sum upprunaliga var ætlanin.

Avtalan inniber somuleiðis, at Fróðskaparsetrið fer úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi við ársenda 2024.

Málið kemur fyri á býráðsfundi seinnapartin.

Kelda & mynd: torshavn.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Mikudagin 10. august skrivaði Bakkafrost undir sáttmálar við fyritøkurnar Malltek, RV-tøkni og Nomatek um útbygging av Høll D á smoltstøðini á Viðareiði við 2.000 m3. Høllin verður útgjørd við nýggjastu tøkni, og útbyggingin fevnir eisini um dagføring av biofiltri og vatnendurnýtslu, soleiðis at upp móti 99% av vatninum verður endurnýtt.

Íløgan er ein liður í felagsins strategi at ala laksin longri á landi, ið fer at merkja lægri lívfrøðiligan váða og betri fiskavælferð.

Eftir ætlan verður nýggja høllin klár at taka í nýtslu á sumri 2023.

Í løtuni starvast umleið 20 fólk á støðini.

Frá høgru: Rúni Olsen (Bakkafrost), Andreas Josephsen (Malltek), Ragnar Magnussen (Nomatek), Rói Vang (RV-tøkni), Finnbogi R. Djurhuus (Bakkafrost), Sigurð Jacobsen (Bakkafrost) og Regin Jacobsen (Bakkafrost)

Kelda & myndir: Bakkafrost 23.08.2022

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

15.08.2022

Nýggja navnið á felagnum, sum varð stovnað 07 juli í 2021, er í dag almannakunngjørt. Navnið FarCargo P/F ber boð um longri flogfarmatúrar og ikki minst at talan er um eitt føroyskt flogfarmafelag

FarCargo P/F hevur nú undirskrivað keypssáttmála um keyp av einum farmaflogfari av slagnum Boeing 757-200. Flogfarið er 47 metrar langt, kann flúgva einar 7.000 km í einum og tekur uml. 35 tons av farmi. A320 flogførini sum vit kenna á Føroya-rutuni eru til samanbering 37,5m long.

Eftir ætlan fer flogfarið í flúgving um 2-3 mánaðir og fer í fyrsta umfarið at flúgva úr Vágum til New York.

Birgir Nielsen stjóri í FarCargo sigur:

– Hetta er ein stórur dagur hjá okkum. Vit fegnast um, at vit eru komin so langt og síggja nú fram til at kunna byrja veruliga virksemið við flogfarmi. Hetta er eisini ein gamal dreymur, serliga hjá stigtakarunum Heðin Krett, Hans Meinhard á Høgabóli og Andrew Djurhuus, sum nú gerst veruleiki.

Fyrireikingararbeiði hevur tikið eitt gott ár, har avbjóðingin serliga hevur verið at finna tað rættað flogfarið. Eisini hevur tað tikið tíð at fáa loyvir uppá pláss og at fáa praktisk viðurskifti løgd til rættis.

Raksturin av farmaflutninginum hjá FarCargo verður skipaður í samstarvið við svenska felagið West Atlantic, sum kemur at umsita flogloyvi. Okkara ætlan er, at FarCargo um fá ár yvirtekur øll loyvir og flogumsiting til Føroyar. Í fyrsta umfari verða 10 flogfólk sett í fast starv hjá felagnum. Felagið søkir í miðlunum í dag eftir flogskiparum og stýrimonnum at byrja skjótast gjørligt.

– Hetta er ein nýggjur kapittul í føroyskari útflutningssøgu, har endamálið er at veita feskan laks av bestu dygd bæði í USA, Ísrael og øðrum fjarmarknaðum, eitt døgn eftir at fiskurin svam á føroyskum firðum. Vit meta at hetta fer at hava stóran týdning fyri áhaldandi at menna okkara kappingarføri. Kundar, eitt nú í Ísrael og á amerikanska sushi marknaðinum, eftirspyrja eina feska vøru og fara vit við hesi munandi styttu farleið, at veita okkara kundum feskastu vøru á marknaðinum, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

– Vit hava í nógv ár havt sum mál at menna amerikanska marknaðin, og fer hetta átakið, saman við virkinum hjá okkum í New Jersey, at geva okkum góðan møguleika at geva kundanum bestu tænastu. Í mun til verandi flutning umvegis flogvallar í Evropa, fer nýggja farleiðin at gera, at vøran verður fleiri dagar feskari tá hon kemur á marknaðin, hevur eina óbrotna køliketu umframt at vit spara munandi í CO2 útlátið.

Á heimferðini kemur FarCargo at bjóða føroyskum og útlendskum flutningsfeløgum at keypa lastapláss umborð á farmaflogfarinum. Felagið vónar, at føroyski marknaðurin fer at njóta gott av nýggju farleiðini – og at hetta fer at geva nýggjar møguleikar í Føroyum.

Tað er kendi føroyski fjøl listamaðurin Anker Eli Petersen, sum hevur prýtt tað grafiska designi á flogfarinum hjá FarCargo.

FarCargo P/F er dótturfelag hjá Bakkafrost, umframt at íløgufelagið Sp/f 25.05.2021 eisini er partaeigari.

Stjóri er Birgir Nielsen. Nevndarformaður er Regin Jacobsen.

Í nevndini sita Rúni M. Hansen, Hans Meinhard á Høgabóli, Heðin Krett og Andrew Djurhuus.

Kelda: bakkafrost.com, 15 aug. 2022

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Einki skrásetingargjald skal rindast av elbilum í 2023 og 2024, og skipanin við MVG-afturbering verður longd.

  

Serliga skipanin, sum skuldi fáa føroyingar at leggja seg eftir meira umhvørvisvinarligum loysnum, tá ið teir keypa bil, heldur fram tvey ár afturat. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, hevur lagt tvey lógaruppskot fyri Løgtingið, sum skulu leingja skipanina við ávikavist MVG-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald á elbilum. 

Onki skrásetingargjald 

Hetta hevur í stuttum við sær, at skrásetingargjald ikki skal gjaldast fyri el- og vetnisakfør í 2023 og 2024. Frá 2025 verður skrásetingargjaldið stigvíst sett í gildi aftur.  

Skipanin við afturbering av meirvirðisgjaldinum verður eisini longd. Tað hevur við sær, at keyparar av elbilum komandi tvey árini fáa upp til 70.000 krónur av MVG´num á bilinum afturrindaðar. Frá 2025 verður afturberingin av meirvirðisgjaldinum stigvíst minkað og fellur burtur í 2028. 

MVG-afturberingin fyri plug-in hybrid bilar heldur fram óbroytt sum í dag. Tað merkir 70.000 kr. í MVG afturbering í 2022 og 35.000 kr. í 2023 og 2024. Frá 2025 verður ongin MVG afturbering fyri plug-in hybrid bilar. 

Í tráð við veðurlagspolitikk 

Uppskotini um at leingja serskipanina fyri umhvørvisvinarligar bilar eru í tráð við samtykta veðurlagspolitikkin, sum mælir til fleiri átøk at skunda undir orkuskiftið í Føroyum. 

Veðurlagsnevndin hjá ST, Intergovernmental Panel on Climate Change (IPCC), mælir til at skerja samlaða útlátið av veðurlagsgassi í heiminum við 45% í 2030. Stovnurin mælir eisini staðiliga til, at heimsins lond ikki hava meira útlát í 2050 enn trø, plantur og hav kunnu upptaka.  

Gongd er komin á søluna á elbilum, men landstýrið metir, at tað framvegis er neyðugt at stuðla fólki fíggjarliga til at velja umhvørvisvinarligar loysnir. Tí er gjørt av at leingja skipanina við MVG-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald. 

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett Unu Joensen í starvið sum rektari á Glasi. Una Joensen er 55 ára gomul og útbúgvin búskaparfrøðingur – Cand. Oecon, umframt at hava tikið fleiri longri leiðsluskeið. Eisini hevur hon námsfrøðiliga útbúgving – bæði ástøðiliga og verkliga partin.

Una Joensen hevur drúgvar royndir frá privatari vinnu, almennari fyrisiting, undirvísing, umframt royndir frá nevndum og ráðum. Hon hevur undirvíst bæði á Føroya Handilsskúla og á Glasi í støddfrøði og altjóða búskapi. Hon hevur viðkomandi leiðsluroyndir eitt nú sum deildarstjóri í Mentamálaráðnum og deildarleiðari á Samfelagsdeildini á Glasi í nøkur ár.

Síðan 1. juli í ár hevur Una Joensen verið virkandi rektari á Glasi, umframt at hon hevur røkt farloyvisstarvið sum undirvísingarstjóri fyri gymnasialt miðnám.

Una Joensen byrjar í starvinum sum rektari beinanvegin, t.v.s. frá 4. oktober 2022.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, undir framløguni av fíggjarætlanini fyri 2023. Talan er um eina varna meting av vøkstrinum í bæði kommunu- og partafelagsskattinum. Samlaðu inntøkurnar verða mettar at vaksa við 4% upp í 1,209 miljardir. Rakstrarútreiðslurnar vaksa eisini við 4% upp í 954 miljónir.

Fíggjarnevndin skal sambært kommunustýrislógini leggja uppskot til fíggjarætlan fyri býráðið í seinasta lagi 1. oktober. Býráðið skal síðani viðgera uppskotið tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember. Býráðið hevur avgjørt at hava fyrstu viðgerð 27. oktober og aðru viðgerð 24. november.

Í framløguni av uppskotinum til fíggjarætlan 2023 segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á býráðsfundi í kvøld, at í uppskotinum er roknað við, at kommunuskattaprosentið og barnafrádrátturin framhaldandi verða ávikavist 19,00% og 8.000 kr. Kendar framskrivingar og virksemisbroytingar eru tá tiknar við.

– Hóast fyrst koronu og síðani kríggið í Ukraina kann sigast, at inntøkurnar hjá kommunni hava verið á einum jøvnum stigi. Mett verður tó ráðiligt, at hava eina varna meting av vøkstrinum í kommunuskatti, millum annað við hækkingunum í vøruprísum og rentuni í huga. Av somu orsøk verður eisini felagsskatturin, skatturin frá partafeløgum, mettur varliga.

– Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlaninini fyri 2023 vaksa 46,6 mió. kr, ella 4,0% upp í 1.208,7 mió. kr í mun til metingina fyri 2022 upp á 1.162 mió. kr.

Útreiðslur

– Virksemið í høvuðsstaðarkommununi er enn í stórum vøkstri. Fólkatalið í Føroyum veksur støðugt. Størsti vøkstur í tali er í Tórshavnar kommunu. Nú búgva yvir 23.000 fólk í kommununi, svarandi til 43% av samlaða fólkatalinum í landinum.

– Talið av borgarum í kommununi vaks frá august 2021 til august 2022 við 1,7% ella 387 borgarum úr 22.684 upp í 23.071.

– Samanløgdu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi vaksa í fíggjarætlanini fyri 2023 netto 36,7 mió. kr upp í 953,8 mió.kr úr 917,1 mió.kr. Hetta er ein vøkstur upp á 4,0% í mun til fíggjarætlanina fyri 2022.

mynd 24.fo

Úrslit

– Í fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan við nevndu fortreytum og virksemisbroytingum, verður úrslitið áðrenn rentur 234,9 mió.kr. Úrslitið áðrenn avdráttir og íløgur verður 229,2 mió. kr. Avlop til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu verður 192,9 mió. kr.

– Lániskuldin hjá kommununi er 242 mió. kr. Av hesum eru 233 mió. kr knýttar at Tórshavnar havn. Er avlopið til skattafíggjaðar íløgur lægri enn samlaðu íløgurnar, má munurin fíggjast við meiri inntøku og/ella lægri útreiðslum og/ella lántøku.

– Býráðið ásetir kommunuskattaprosentið og barnafrádráttin og kann umvegis hesi bæði

broyta fortreytirnar fyri fíggjarætlanina, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, m.a., tá hann legði fram fíggjarætlanina fyri 2023.

Kelda: torshavn.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Veitsla var í Skúlanum á Argjahamri fríggjakvøldið, nú Ítróttarfelagið Argir fylti 10 ár. Borgarstjórin helt í røðu á staðnum, at felagið var komið langt hesi 10 árini.

– Einki kemur av ongum, og ofta mugu vit eisini ásanna, at tað eru nøkur ting, ið taka sína tíð.

– Eitt av teimum er at seta á stovn eitt ítróttarfelag, tí vanliga er tað nakað, ið byrjar í smáum og tekur nøkur ár at byggja upp.

– Hetta kenna tit alt til, men so vil eg kortini siga, at tit hesi 10 – og nú 11 árini – hava nátt langt, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

– Her á Argjum eru tit væl fyri við ítrótti, tí tit hava havt Argja Bóltfelag síðani 1973, Argja Róðrarfelag síðani 1982 og so Ítróttarfelagið Argir síðani 2011.

– Tit í ÍA hava eitt til felags við AB, og tað er, at skúlaumhvørvið á Argjum hevur verið karmur um tykkara fyrstu venjingar.

– AB byrjaði í síni tíð í skúlagarðinum niðri í gamla Argja skúla, og tit byrjaðu í táverandi tvíhøllini her í skúlanum á Argjahamri.

– Skúlin heruppi var spildurnýggjur um sama mundið, í 2011, so tit eru eitt gott dømi um, hvat kann fáast burturúr, tá ið smíðað verður, meðan jarnið er heitt.

– At byrja við høvdu tit bara eina dupulta fimleikahøll til tykkara virksemi, men hóast tit hvørki grenjaðu um umstøðurnar ella lótu illa at, sást skjótt, at høllin var ov lítil.

– Tí varð farið undir at vaksa hana upp í fulla hondbóltsstødd, hon stóð liðug í 2017, talan var um ein hondbóltsvøll við 200 áskoðaraplássum.

– Síðani hava tit verið ágrýtin og røsk, og í dag vita øll í hondbólts-Føroyum, hvat ÍA er fyri nakað.

– Argir hava í mong ár staðið í støðugum vøkstri, og nú búgva yvir 2500 fólk her.

– Tað var eisini hesin fólkavøksturin, ið onkursvegna skundaði undir og fekk tykkum at trúgva uppá, at gott grundarlag var fyri einum hondbóltsfelag á Argjum.

– Hjá børnum var tað langur vegur at skula niðan á Háls ella niðan í Hoyvíkar at venja hondbólt, og tí valdu tit at seta á stovn tykkara egna felag.

– Tað var í tí treysti, at um tit spældu kortini rætt, so kundi ÍA innan fyri tey næstu árini hava lið í at kalla øllum deildum.

– At hetta ikki var óðamannaverk, hevur gingið sjón fyri søgn, tí Ítróttarfelagið Argir er væl við í øllum deildum hjá teimum yngru, og arbeiðir seg støðugt uppeftir.

– Júst tað, at tit eru byrjað við barna- og ungdómsarbeiðinum hevur víst seg at vera lykilin til, at ÍA veruliga kann gera vart við seg sum eitt stórt og væl skipað felag.

– Sum eg havi skilt, so hava tit frá fyrstu løtu kent tað, sum høvdu tit luft undir veingjunum.

– Longu frá byrjan hevði ÍA hug til at vera bæði størri og at hava størri undirtøku, enn tit kanska høvdu roknað við.

– Mær er fortalt, at hjá teimum vaksnu vóru tað bara seks, ið vóru til fyrstu venjingarnar, men áðrenn tit vistu av, høvdu tit 40 mans til venjing, og tit megnaðu at flyta upp longu fyrst árið.

– Og so vísti tað seg eisini, at hóast eingin skipaður hondbóltur var á Argjum frammanundan, vóru tað fleiri foreldur, sum høvdu spælt hondbólt fyrr, ið livnaðu uppaftur av nýggjum.

– Nú høvdu tey møguleikan at halda sínum egnu børnum til, so tey eisini skuldu læra hetta deiliga spælið at kenna, sum júst nú er tann ítróttargreinin her heima, ið ger mest um seg í altjóða høpi.

– Tit hava fyrr í ár sett ein royndan og dugnaligan høvuðsvenjara, sum hartil er væl kendur í føroyskum hondbólti, og hann hevur ábyrgd av barna- og ungdómsarbeiðnum.

– Felag tykkara er væl umboðað upp ígjøgnum deildirnar, hjá bæði gentum og dreingjum, og tað er ein fragd at síggja, hvussu tolið og miðvíst tit arbeiða, so grundarlagið alla tíðina er í lagi.

– Og vit kunnu ásanna, at hóast argjamenn hava verið tiltiknir fyri sítt byggikynstur, er eisini galdandi á Argjum, at Rom varð ikki bygdur eftir einum degi.

– Men byggið endiliga víðari, tí tit eru á rættari kós, og vit kunnu øll samgleðast við tykkum í tykkara góða arbeiði, ið bæði er Argjum og Tórshavnar kommunu til gleði og gagns.

– Enn einaferð hjartaliga tillukku við tykkara 10 árum og bestu eydnu í framtíðini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Byggisáttmálin um stórhøllina Føroya Arena varð undirskrivaður í morgun. Talan er um ein heildararbeiðstøkusáttmála millum sjálvsognarstovnin Føroya Arena og Articon um bygging av eini stórhøll fyri 243 miljónir krónur.

Prosjekteringin er farin í gongd og sambært avtaluni verður farið at gera lendissarbeiðið longu fyri jól. Sambært tíðarætlanini skal Føroya Arena standa liðug í januar 2025. Vónandi áðrenn.

Føroya Arena hevur eina grundvídd upp á umleið 4.600 m2 . Bygningurin er í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd uppá umleið 8.350 m2.
Føroya Arena kann so statt væl hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum í hondbólti eins og landsdystum og altjóða kappingum hjá flestøllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Talan er um ein bygning, sum er lætt broytiligur, skilt soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting frá venjingarhøll til ein landsdyst, til eina konsert ella eitt samfelagsmøti.

Samanumtikið fer Føroya Arena at bjóða øllum føroyingum til tiltøk av alskyns slag og lyfta støðið fyri upplivingarmøguleikum í Føroyum – øllum borgarum í landinum til gleði og gagns. 

Tað ber eitt nú til at hava eina fulla venjingarhøll hóskvøld, ein A–landsdyst í hondbólti fríggjakvøld, eina stóra konsert leygarkvøld og eitt samfelagsmøti sunnudag. Hetta merkir eisini, at virksemið  gerandisdagar ikki verður stórvegis ávirkað av størri tiltøkum í vikuskiftunum.

Til hondbóltsdystir verða umleið 2700 sitipláss, til konsertir um 3600 sitipláss ella 4600 standipláss.

Myndirnar tók Ólavur Frederiksen í morgun, tá byggisáttmálin varð undirskrivaður.

Fv: Jógvan Emil Nielsen, skrivari, Tróndur Sigurðsson, limur í bygginevndini, Guðrið Højgaard, nevndarlimur og næstforkvinna, Annika Olsen, nevndarlimur, Heðin Mortensen, formaður í nevndini, Elin Heðinsdóttir Joensen, nevndarlimur, og Tummas Justinussen, limur í bygginevndini. Á myndini vanta Niels Mortensen úr bygginevndini, og Bergur Poulsen, nevndarlimur.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð.

Inn komu tvey tilboð: MT-Højgaard kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 22.057.992 u/mvg, og ÁTS kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 17.901.926 u/mvg.

Mælt varð til at taka av lægra tilboðnum. Málið verður endaliga avgreitt á býráðsfundi í dag.

Kelda: torshavn.fo 29. SEPTEMBER 2022
0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

1 oktobur varð almenn móttøka í samband við, at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheyggi varð tikið í nýtslu.

Eftir horntónar frá Klaksvíkar Hornorkestri, helt Karl H. Johansen, borgarstjóri røðu og takkaði mongu eldsálunum handan hesa verkætlan – tá serliga Guttorm Sørensen, sum setti sær stór mál og var ein rennibreyt í Klaksvík ein sjálvfylgja í hansara hugaheimi.

Spakin bleiv settur í verkætlanin í oktober í 2018, og hevur verkætlanin sostatt tikið fimm ár at fremja.Spakin settur í 9. okt 2018

Umboð fyri Treysti, Óluva Fuglø, tók rørd í móti lyklinum, sum borgarstjórin handaði henni, til rennibreytini og húsini, ið knýta seg til vøllin.

Hallur Holm vegna FÍF – Frælsur Ítróttur Føroya, segði nøkur væl vald orð og var týðiliga rørdur, tí hetta var ein stór løta – eisini í minnunum á Gutta, sála, sum í hansara og so mongum eygum var ein eldsál, ið slóðaði fyri, at vøllurin nú kann verða tikin í nýtslu.

Síðani spældi Klaksvíkar Hornorkestur eitt lag, áðrenn eitt Merkisband var klippt av borgarstjóranum, sum tekin um, at nú er vøllurin tøkur fyri almenninginum.

Eftir hetta runnu tvey umboð fyri Treysti, Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen eina rundu um vøllin, og seinastu 100 m rann elsti aktivi rennarin, Sámal Júst Ziska Dahl, eisini við.

Klaksvíkar kommuna bjóðaði síðani kaffi og góðan kakubita. Rennibreytin er nú síðani opin fyri almenninginum, og vóru tey mong, sum nýttu høvið at taka eina rundu.

Ein sannur gleðisdagur fyri so mong.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail