Home Lesarin skrivar

Lesarin skrivar

Runavíkar kommuna er kendasta kommunan í fjølmiðlunum síðstu árini. Tað skuldi verið  gott fyri eina kommunu, tó er tað tvørtur ímóti beint umvent. Kommunan er kend fyri at fáa  neiligar viðmerkingar, eitt nú frá Løgtingsins Umboðsmanni fyri sínar sera niðurgerðandi  viðgerðir av málum, sum oftast als ikki hava fingið tær viðgerðirnir, sum mál eiga at hava í  dagsins samfelag. Onnur mál hava somikið av skundi, at tey vera skundviðgjørd til gleði og  gagns fyri tey fáu. Í fleiri førum hjá teimum nærmastu og áhugafeløgum hjá ávísum  persónum í bæði í umsiting og býráði.  

Eg eri varalimur fyri Borgaralistan í Runavíkar kommunu, og havi verið til nakrar  býráðsfundir hesi trý árini hendan setan hevur verið. Sum varaumboð er tað ikki ofta, at ein er  við til býráðsfundir. Í mínum føri havi eg havt tann heiður, at loysa Jonhard Danielsen av, tá  hann er til sjós í sínum dagliga yrki. Ávís áhugamál hava verið fyri á skrá, tá eg havi verið á  fundi. Bæði stór mál og minni mál, og havi eg við mínum førimuni til tað vitan og kunning til  málini atkvøtt eftir míni bestu samføring.  

Tann 28. September 2023 er býráðsfundur. Tvey av málunum, ið eru á skrá eru um  byggiloyvið til Bakkafrost í Funningsfirði: málini 71/23 og 72/23. 

Sjálvur eri eg ikki við á fundi, men síggi skránna á heimasíðuni hjá kommununi sama dag. Eg  undrist um málini og spyrji meg fyri og søki alment innilit í málini. Longu dagin eftir,  sjálvsama skjótt verður latið mær innilit, Eg heiti beinanvegin á umsitingina um at steðga  málinum. 

Sum nærmasti granni til virksemi hjá Bakkafrost her í Funningsfirði, undrist eg á bæði  viðgerð hjá umsiting og avgerð býráðsins. At samtykkja loyvið til bygging uttan fyri  byggisamtykt, lóg og landaskil er mær ein gáta. 

Tað verður tískil latin kæra til Runavíkar kommunu, har eg geri vart við, at eg sum borgari og  nærmasti granni má kunna tey um, at býráði einmalt hevur samtykt við 1. Viðgerð byggiloyvið, hóast tað er ímóti byggisamtyktina fyri økið. 

Somu mál koma fyri til 2. Viðgerð tann 2.november 2023. 

Hesaferð er broytingar uppskot við broyttum ætlanum frá Bakkafrost, har tey hava latið  nýggjar tekningar inn.  

Á fundinum tann 2. November 2023 eri eg tilstaðar í Gamla skúlanum á Glyvrum. Um tað  var avtala ella feilur í varmaskipani hendan dagin skal vera ósagt, kalt var tað sum á  kistubotninum.  

Á fundinum spurdi Jonhard Danielsen fleiri ferð undir viðgerðini av málunum, um tað ikki  var kæra komin inn um málini, sum vóru til 2. Viðgerð. 

Tóri Højgaard, formaður í byggi og býðarskipanarnevndini og formaður í Dátueftirlitinum  upplýsti á hesum almenna fundinum, at eingin kæra var innkomin. Væl vitandi um, at eg  hevði vent mær til hansara persónliga og greitt honum frá, at eg fór at kæra. Eg sat sum áhoyrari til býráðsfund, hægsta plássi í Runavíkar kommuna og hoyri Tóra  Højgaard beinleiðis lúgva fyri býráðnum. 

Jonhard spurdi uppaftur eftir, at Tóri hevði nokta fyri at umsitingin hevði móttikið kæru, aftur  hesaferð upplýsti Tóri, at ongin kæra var komin. 

Tóri Højgarrd var eins og restin av býráðslimunum vitandi um, at longu frá fyrsta  nevndarfundinum var skeiva kunning borin fram og at eg hevði latið Runavíkar kommunu  kæru. Einasti býráðslimur, sum atkvøddi ímóti uppskotinum var Jonhard Danielsen.

Funningsfjørður, 13.januar 2023 

Fyrstu ferð eg frætti frá umsitingini í Runavíkar kommuna um avgerðina hjá býráðnum er 4.  Januar 2024. 

Eitt skriv, sum hvørki høvd ella halið er á. Tekniski leiðarin hjá Runavíkar kommunu, Marita  S. Hentze er undirskriva fyri brævið. Í brævinum verður skrivað, at eg ikki havi rætt til, at  verða grannahoyrdur, men kortini vil tekniski leiðarin í Runavíkar kommuna hóast alt geva  mær møguleikan at koma til orðana, tó við avmarkingum. Tað verður ongastaðni borið fram í  brævinum, at býráðið á fundi 2/11-2023 longu hevur samtykt at geva Bakkafrost byggiloyvi í  Funningsfirði. 

Nú kann vantast, at tekniski leiðarin og umsitingin annars hevur sæð mín teldupost, sum er  sendur teimum 6. Oktober 2023, har eg kunni tey um, at ætlaði bygningurin hjá Bakkafrost er  8 metrar høgur, og tí er hægri enn byggisamtyktin loyvur. Bygningurin er tí eisini hægri enn  míni sethús, sum eru staðsett sum nærmasti granni.  

Eisini nevnir skrivið, at kommunan hevur givið Bakkafrost loyvi at leiga alt økið heilt inn  móti mínum grundstykki, og at byggja í mark uttan at eg eri kunnaður yvurhøvur. Hvat er at svara slíkum avgerðum, tá tekniski leiðarin í Runavíkar kommunu er væl vitandi  um, at málið er samtykt, enntá 2 ferðir av býráðnum? 

Aðalstjórin í Heilsumálaráðnum mátti frá, tí hon ikki hevði upplýst alt fyri Løgtingsins  umboðsmanni. Tekniski leiðarin í Runavíkar kommunu beinleiðis lýgur fyri bæði Løgtingsins  Umboðsmann og Kærunevndini í Lendismálum. Hetta fær ongar avleiðingar! Hettar merkir tí í stuttum, at okkara diktatoriski borgarstjóri góðkennir viðgerð og avgerðinar.  Harumframt siga býráðslimir, at tekniski leiðarin sigur ósætt fyri teimum.  

Tóri Højgaard, formaður í Byggi- og býarskipanarnevnd, umframt limum í Fíggjarnevndini  og Vinnu- og havnarnevnd, sum gevur byggiloyvir umframt er stjóri í Dátueftilitinum er ei  heldur tann maður fólk hildu hann verða.  

Á vanga sínum á Facebook deildi Tóri eina leinkju har Løgmaður verður hildin til at hava úr  at gera. Á tráðnum viðmerki eg hetta til uppslagið: “Løgmaður er skilamaður. Kanska hann  fær høvi at fáa skil uppá Runavíkar kommunu og býráðslimir, sum beinleiðis lúgva. Ja, sjálvt  

á almennum fundi, tá kærari og onnur eru til staðar”. Tað gekk ikki long tíð so var  viðmerkingin strika av Tóra.  

Síðan skrivaði eg: “Tóri, eg sakni viðmerkingar sum vóru undir uppslagnum? Er man sum  formaður í Dátueftirlitinum nú eisini farin at strika viðmerkingar, sum ikki tola dagsljós, tá  tær hava við ein sjálvan at gera? Er formaðurin í Dátueftirlitinum og BBN í Runavíkar  kommunu so erpin av sínum málum og avgerðum, at tær ikki tola at verða viðgjørdar í  almenna rúminum, har ongar hurðar kunnu klamsa?”. 

Eftir skamma stund var hendan viðmerkingin eisini strika og eri eg útihýstur av Tóra  Højgaard. 

Hvat skal eg skriva í hoyringsskrivi í einum málið, har byggiloyvi eigur at verða útskriva fyri  fleiri mánaðum síðan?  

— 

Reidar F. Joensen

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Politikarar skulu ikki vita ella skilja alt. Men tíma teir at lurta, so skilja teir eitt paradox.

Teir sum skilja tað frægast, tíma ikki at brúka politiskan kapital uppá tað. Tað er tíverri skilagott av teimum. Ongin kann siga teir ringar fyri, ikki at brúka tíð uppá tað, sum hini ikki vilja.

Tað er býtt at spyrja: Hví skal sjómaðurin, Eivind ella onkur annar vita betri enn Havstovan?

Skilabetri er at spyrja: Hvussu roynist ráðgevingin hjá Havstovuni? Tað svarið er, at hon roynist rættuliga illa og at lítið og onki samsvar er millum tað Havstovan sigur og tað sum vísindalig data, siga okkum nøkur ár seinni.

Tann skilagóða niðurstøðan er tá: Vit hava brúkt sama leist í 60 ár, uttan úrslit. Niðurstøðan er ein staðfesting sum sigur, at Havstovan ikki veit. Tí er tað ikki ein spurningur um onkur veit meira, minni ella tað sama sum Havstovan.

Nærliggjandi er tá at hugsa, at tíðin er komin, at leita eftir øðrum leisti.

Tað er undarligt, at áhugin er so lítil, tá øll eru samd um, at vit mangla 30.000 tons av toski og eina milliard í pengum.

Staðfestast kann, at føroyskir politikarar lurta eftir tí, teir ynskja sannleikan at verða. Heldur ikki brúka teir neyðuga tíð at seta seg inn í málið. Gjørdu teir tað, so høvdu teir skjótt sæð, at tað eru nógv paradox í fiskifrøðini.

Afturgongdin í uppsjóvarvinnuni er byrja og heldur áfram komandi 15-30 árini sigur søgan okkum. Nattúran avgreiðir málið skjótt og effektivt. Í staðin fyri at brúka tíð uppá at leggja fótonglar fyri uppsjóvarvinnuna kundi Løgtingi brúkt tíð uppá heimaflotan.

Havi hoyrt fleiri, eisini Løgtingslimir, nevna góðu gongdina í Íslandi. Í Íslandi gekk niðureftir við toskaveiðuni frá 1955 til 2007. Frá 545.000 tons til 147.000 tons í 2007/08. Síðan gekk uppeftir frá 147.000 til 272.000 tons. Nú hevur afturgongd verið í fleiri ár og veiðan er 208.000 tons.

Biomassin í Íslandi er í dag líka stórur sum tá teir fiskaðu 465.000 tons.

Við hesum upplýsingum, eigur alarmurin hjá lesarum og politikarum at ringja! Men ger hann tað?

Í staðin brúka politikarar nógva tíð uppá at umrøða, at føroyingar ikki skulu fáa jólahjálp frá útlendingum, tó at felagskassin tekur tað, sum skuldi verið til mat, í hækkandi avgjøldum og skattalætta til tey ríku. Restina av tíðini brúka teir at klandrast um staðseting av einum gávu-skannara, sum stórur tørvur er á, men sum Løgtingi ikki megnar at finna fígging til.

Skilagóð raðfesting av tíð, hevði verið, at brúkt tíð uppá støðuna á landgrunninum. Øll eru samd um, at har er ein milliard til samfelagið og fleiri 100 mió. til landskassan, sum gjørdu skannaran til ein formalitet og burturbeindu bæði tørvin á jólahjálp og undirskot landskassans.

Eins og fiskifrøðin í Danmark og aðrastaðni segði, so sigur okkara, at tað blívur betri. Nú er ólógligt at fara á seiðaberg í Danmark. Um fá ár verður tað sama galdandi her.

Vitanin er har. Vit kunnu gera tað betri. Tann sum leitar, hann finnur.

Eivind Jacobsen

“Granskari”

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Set borgarstjóran og, um neyðugt, kommunustýrið frá

Runavíkar kommunu hevur fingið fleiri átalur frá Løgtingsins umboðsmanni. Hetta boðar ikki frá góðum.
Hetta er ein sera stórur trupulleiki fyri øll. Altso, øll uttan Kommunala eftirlitið, sum onki ger.
Einasta loysnin tykist vera, at borgarstjórin og helst eisini kommunustýrslimirnir, fyribils verða settir frá.

Eftir tí, sum eg havi hoyrt, er líka lítið skil á Kommunala eftirlitinum, sum tað er í Runavíkar kommunu. Hvussu skal tað verða, tá blindur leiður blindan.
Eitt eftirlit hevur ávísar skyldur. T.d. stendur í kommunulógini:
§ 55, stk. 3. Landsstýrismaðurin kann saksøkja kommunustýrislim eftir endurgjaldi, um hann ber ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri missi.
§ 56. Kommunustýrislimur verður sektaður við bót, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, ið fylgja av starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Átala eftir stk. 1 kann einans verða reist eftir áheitan frá landsstýrismanninum.

Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av Kommunala eftirlitinum. Her er nokk at tríva í. Av tí, at fyrrverðandi landsstýrismenn á økinum onki hava gjørt, situr tú við apuni.

Síðan fara vit til Runavíkar kommunu. Her er støðan so ring, at fólk ætla at stevna kommununi eftir endurgjaldi.

Tað kann ikki vera meiningin, at vanligi borgarin skal stevna kommununi, tí Kommunala eftirlitið ikki ger sína skyldu.
Kemur tað hartil, so átti misálit á landsstýrismannin fingið 33 atkvøður í Løgtinginum.

Trupulleikin er, at tey fólkavaldu klára ikki at krevja, at umsitingin ger tað, hon eigur at gera. Hetta tí, at umsitingin óttast borgarstjóran. Tí gera tey tað, tey halda, borgarstjórin vil hava tey at gera, tó at uppgávan er at tæna borgarunum, sambært galdandi reglum og samtyktum.

Tey fólkavaldu umboðini siga beinleiðis, at tey noyðast at vera væl við borgarstjóran. Annars fáa tey onki. Undirskilt, so verða tey ikki afturvald.
Tá er greitt, at umsitingin ongan stuðul fær frá kommunustýrinum at gera tað, sum rætt er, um tað ikki samsvarar við tað, sum borgarstjórin ynskir.
Okkara kommuna er tí farin so langt av kós, at myndugleikarnir geva átalu omaná átalu.

Flestu trupulleikarnir eru ymisk byggimál og manglandi svar uppá sama.

Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, er formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini. Hann eigur tí, meira enn borgarstjórin, skyldina av hesum óskili.
Dátueftirlitið við Tóra Højgaard á odda, ætlaðu at leiga bygning, sum verður bygdur uttan byggiloyvi, í øki, har byggisamtyktin ikki loyvir tí, sum søkt varð um.
Enntá segði hann ósatt fyri mær um hetta.
Frá kl. 8-16 gevur hann bøtur í kr. 100.000 klassanum til onnur fyri smálutir.
Í kommununi klárar hann ikki at avgreiða eitt byggimál, har alt er í lagið og tí hevur umsøkjarin rætt til at fáa byggiloyvi.
Og tað seinasta “stunti” er, at ein persónur á teknisku deild er uppsagdur, uttan frágreiðing. Eg havi bara hoyrt gott um viðkomandi persón, tí er hetta sera undranarvert.

Harra Landsstýrismaður!
Dátueftirlitið, er stovnur undir tær.
Vælsignaður, havi tit Dátueftirlitið í Havn, og latið okkum ístaðin fáa Løgtingsins Umboðsmann og Kommunala eftirlitið hendanvegin.

Her er onki, sum fær avleiðingar.
Løgtingsins umboðsmaður tekur avgerð, upp til 3 ferðir, í sama máli, uttan at nakað hendir.
Kærunevndin í lendismálum annulerar byggiloyvir.
Innhabilir kommunustýrislimir luttaka.

Skilið er ringt. So her má okkurt gerast.
Eg veit ikki, hvar hjálp er at heinta.

Mín áheitan, til Landsstýrismannin, skal tí vera, at seta borgarstjóran, og um neyðugt, eisini kommunustýrið frá, og seta onkran serfrøðing at kanna støðuna.
Støðan er keðilig fyri borgararnar, men sanniliga eisini fyri starvsfólkið.

Blíðar heilsanir / Kind regards
Jonhard Danielsen býráðslimur Runavíkar Kommunu

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í løtuni er ikki møguligt at gera flytingar gjøgnum netbankan tí appin virkar ikki, bankin sigur at tey arbeiða við at loysa trupulleikan.

Tað kemur javnan fyri at flytingar ikki kunnu gerast og er óskiljandi at føroyska bankakervið hevur brúkt einar 500 milliónir krónur, hetta er mín meting til at menna eina sera vánaliga danska netbankaloysn. Danir er serfrøðingar í at gera vanaligar kt loysnir tey seinastu mongu árini.

Óli M. Lassen siviløkonomur

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Vit eru við eitt vegamót sum land. Borgarar hava altíð havt álit á okkara kommunulæknaskipan og okkara heilsuverkið, men nógv bendir á, at so er ikki longur. Um vit í einum mini vælferðarsamfelag ikki megna at fáa eitt heilsuverk at virka,  soleiðis at borgarar eru tryggir og nøgdir við heilsuverkið so kunnu vit bert ímynda okkum hvussu torført hetta er í stórum londum við longum avstandum millum politiska myndugleikan, stjórn, amt, kommunur v.m. Eg skal her ikki koma nærri inn á arbeiðsbyrðuna og vaktplanir hjá kommunulæknunum, men vit kunnu staðfesta at um vit høvdu eina eitt sindur meira fleksibla kommunulæknaskipan høvdu vit í dag fleiri sera dugnaligar kommunulæknar sum nú bara sita og bíða og sleppa ikki til arbeiðis orsaka av “byrokratiskum málsligum barrierum”.

Í okkara landi sær út til at Sjúkrahúsverkið, Heilsutrygd og  kommunulæknaskipanin ikki koma á mál við at fáa eina vaktarskipan at virka. Somuleiðis sær út til,  at sjúkrarøktarfrøðingar eisini eru partar í málinum ella trætuni um hvussu læknavaktin skal virka og skipast.

Heilsutrygd má hava eina læknafagliga leiðslu

Lat okkum koma til kjarnuna í málinum og tað er, at fyri tað fyrsta so skal heilsutrygd hava eina læknafagliga leiðslu sum kann stýra kommunulæknunum. T.v.s. at ein kommunulækni við drúgvum royndum skal setast sum leiðari, “samskipari” av kommunulæknatænastuni hjá heilsutrygd.

Tá vit koma til sjúkrahúsverkið, so er eisini neyðugt við neyvum mannagongdum og ábyrgdarbýti millum kommunulæknar og serlæknar í heilsuverkinum. Hetta merkir, at um ein kommunulækni ávísir ein persón til serlækna á LS so hevur hesin lækni plikt til at taka sær av viðkomandi persóni.

Tað ber ikki til at fólk koma til kommunulæknan og siga frá sjúku í hálsinum og har kommunulæknin sendir sjúkling til LS og serlæknin á LS sigur, at tað er ikki neyðugt at koma til konsulatión har. Hetta ber als ikki til og eru ábendingar um, at hetta hevur havt álvarsligar fylgjur fyri fleiri krabbmeinssjúklingar. So her mugu verða púra greiðar mannagongdir. At um ein sjúklingur verður ávístir til serlækna av kommunulækna, so skal hesin taka ímóti sjúklinginum uttan drál og metingar sum verða gjørdar uttan at hava sæð sjúklingin.

Er eingin játtan tøk, so skal hetta upplýsast

Læknar hava givið eitt læknalyftið og skulu teir eisini upplýsa sjúklingin soleiðis, at hesin hevur bestu møguleikar at blíva frískur og yvirliva og fáa bestu viðgerð. Hetta merkir, at um sjúklingur er álvarsliga sjúkur og landsins myndugleikar – politikararnir ikki hava játtan tøka til sjúkraviðgerð, so skal læknin, vísandi til læknalyftið, sjálvandi siga við sjúklingin, tú sleppur ikki til viðgerðar uttanlands og til Danmark nú, tí eingin játtan er tøk. Tí vil eg siga við teg, at um tú hevur fíggjarliga orku, so vil eg mala tær til, at søkja hjálp á privatum sjúkrahúsið sum skjótast, tí hetta kann økja tínar møguleikar fyri at yvirliva munandi betur.  

Hugsa tær, um hetta er veruleikin í Føroyum í dag, at sjúklingar ikki verða upplýstir um hesi viðurskiftir ? .

Góði lesari um 24.fo ella 24fo.news  veruliga fær vind í seglini og eg velji at seta ferð á hesa netávís so skal tú verða tryggur við at vit neyvt fara at fylgja gongdini innan Føroyska heilsuverkið. Vit hava nógvar dugnaligar læknar og sjúkrarøktarfrøðingar og heilsustarvsfólk. Men tað ber ikki til at smávegis ósemjur og logistikistur trupulleikar gera at okkara heilsuverk ikki virkar optimalt. 

Í Danmark hava tey bygt fleiri supersjúkrahús og longu nú, eru greiðar ábendingar um, at hesi ikki virka optimalt, bæði hvat viðvíkur bygging og logistiskum viðurskiftum v.m. .   

24.fo Óli M. Lassen

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í Mai 2021 bumbaði Ísrael 40 skúlar og 4 sjúkrahús og annað við í eina viku. Palistinar bumbaðu íÍsrael. Tað doyðu 63 børn í Gaza og 2 í Ísrael! Og Jenis opnar eina sendistovu í Ísrael.

Hetta er ein viðmerking til Jenis av Rana. Kjak var á Facebook, og er hetta víðari frá tí. Hetta er ov
langt til Facebook.

24 februar 2022 var Jenis uttanríkisráðharri. Tí var uppgáva hansara at umboða føroya fólk. Jenis
upplýsur at hansara støða hevur verið greið síðan tá.

At hava greiða støðu uttan neyðugar upplýsingar er at svíkja Føroya fólk. Jenis hevur hvørki tá ella síðan lagt nakrar upplýsingar fram, sum ein landsstýrismaður eigur at gera.

Sum uttanríkisráðharri var tað plikt hjá Jenis at útvega hesar upplýsingar til føroya fólk. Í staðin valdi Jenis at spæla upp á kenslur. Roknast má við at tað er gjørt fyri at fáa atkvøður til sín sjálvs.

Í trongdini at tekkjast veljarum valdi Jenis at kappast við andstøðuna um at boykotta. Og framvegis hevur Jenis somu støðu.

Men Jenis hevur ongar upplýsingar at taka støðu út frá. Tað eru ongar upplýsingar yvirhøvur. Síðan á jólum er tað sjálvandi Høgni Hoydal, sum røkir uppgávuna, sum Jenis einaferð røkti. Og har eru ongar upplýsingar. Alt er so loyniligt. Tað tolir helst ikki dagsins ljós.
Politikarar vita so lítið, men hava so greiðar meiningar, at almennar upplýsingar eru skaðligir fyri
politikararnar.
Sostatt tók Jenis eina støðu, sum politiskt fyri Jenis loysti seg. Í samband við lóggávu um boycott í
2022 staðfesti samgongan at teir høvdu ikki álit á Jenis av Rana. Andstøðan tá, tykist heldur ikki hava álit á Jenis.
Um eg ikki minnist skeivt, so var Jenis í samgongu, fyri 20 árum síðan, tá Føroyar ikki vildu avtaka deyðarevsing í krígstíð við tí úrslitið at Danmark tók okkum av ræði.
Jenis tosar um at taka synd í fólkinum í Ukraina og at hjálpa. Men Jenis ger onki fyri at hjálpa.
Tað hann hevur roynt at argumentera fyri, er til skaða fyri fólki í Ukraina, tó at tað helst gevur
atkvøður í Føroyum. Tað hevði Jenis vita, um hann, umframt at fiska atkvøður í elendigheitini hjá
Ukrainum, eisini hevði gjørt tað hann átti at gera.
Men tá hevði hann samstundis avdúka fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at tað hann hevur gjørt, er fyri atkvøður, og ikki av miskunsemi.
Støðan í Ukraina er ring. Russland hevur kjarnorkuvápn. 3 ferðir so stóran her sum Ukraina og 5-10 ferðir so nógvar bumbur og 50 ferðir so nógvar flúgvarar. Úrslitið av hesum kríggi er givið
frammanundan.
Tí er tað villeiðing móti betrivitan tá okkara tosa um at kríggja seg til eina betri samráðingarstøðu.
Tað kostar ukrainum 3-500 mannalív um dagin. Hetta hevði Jenis vita, um hann røkti sítt
ministarastarv og hugsaði minni um lætt tjentar atkvøður.
Sjálvanadi skulu vit ikki ábyrgda Jenis fyri at fólk doyggja í Ukraina. Men vit kunnu staðfesta, at Jenis onki hevur gjørt fyri at hjálpa.

Hevði Jenis røkt sítt starv til lítar, so hevði Jenis fingið at vita, at londini ikki stuðla Ukraina. Londini selja Ukraina vápn. USA eftir somu lóg sum undir seinna heimsbardaga. Jenis hevði tá vita, at lond tøma gamlar goymslur og senda rokningina til Ukraina! Russar visa myndir av rakettum, har seinasta brúksdato er meira enn 20 ár síðan. Krút eins og fýrverk, hevur avmarkaða livitíð.
Jenis hevði eisini vita, at Zelinsky lá lágt í meiningskanningum og hevði als ikki verið afturvaldur um onki kríggj var. Jenis hevði eisini vita, at endar kríggi nú, so verður Zelinsky sannlíkt avrættaður av sínum egnu.
Jenis hevði eisini vita, at USA, Bretland og Zelinsky hava ikki ráð til at samráðast um frið, um tað sær út sum teir hava tapt. Jenis hevði eisini vita at tá Stoltenberg tosar um at Russland ikki má vinna, so er tað tí at hesi somu umframt Stoltenberg, sum hava vassa djúpt og ikki tora at gevast.
Jenis hevði eisini vita, at Naftali Bennet segði at avtalan var næstan komin í lag, tá Boris Johnson fór til Ukraina og noktaði Zelinsky at gera avtalu.
Jenis hevði eisini, um hann røkti sítt ministara arbeiði til lítar kunna vátta, at nógvir 100.000 ukrainar eru deyðir. Og Jenis hevði eisini vita, at higartil eru færri civilfólk deyð, í kríggi enn tað doyðu í borgarakríggi frammanundan 24 februar 2022.
Sostatt eru tað vit, sum hava lokka Ukraina at kríggjast víðari. Men vit geva teimum ongi vápn sum muna. So Jenis, tú og danska stjórnin hava lokka Ukrainar at berjast víðari, men tit noktaðu teimum vápn. Tí vinna Russar og tí doyggja nógvir ukrainar til onga nyttu. Tú eigur ikki ábyrgdina. Men tú gjørdi ikki tað tú kundi og tú røkti ikki føroysk áhugamál.
Ætlað boycott gevur Russum fleiri pengar og fleiri ukrainar doyggja
Í stuttum merkir ætlaða boykotti: Russlandi fær meira pengar. Nøkur føroysk reiðarí missa pengar.
Umleið 500-1.000 føroyingar missa arbeiði. Landskassin missur fleiri 100 milliónir. Kommunurnar missa minst 150 milliónir. Tey í Afrika missa 100.000 tons av mati, sum tey ikki hava ráð at keypa aðrastaðni og tí fara fólk í Afrika at doyggja í hungri.
Og alt fyri atkvøður. Onki sakligt argument. Ongar upplýsingar yvirhøvur!
Fyri Ukraina merkir tað at kríggi heldur á longri enn annars og at fleiri fólk í Ukraina doyggja. Og tað doyggja fleiri 100 ukrainar hvønn einasta dag. Og nú Ukrainar royna at leypa á er talið millum 500 og 1000 deyðir ukrainar dagliga.
Hetta Jenis, er ein sjúklig tankagongd. Tit hava ongar upplýsingar. Tit vilja ikki hava upplýsingar. Tit ynskja bara málið samtykt. Og tá Løgmaður so gevur skeivar upplýsingar, so heldur tú at tað ger onki og at onki er at bíða við.
Logiska niðurstøðan av hesum má verða, at tað gjørt verður, er fyri atkvøður.
Hetta hevði ikki hent, um Jenis gjørdi sína skyldu og kannaði tað sum kannast skuldi. Av tí at Jenis ikki gjørdi sína skyldu, leyp táverðandi andstøða á bláman, fyri at skapa splid í samgonguni. Úrslitið er at Løgmaður, enn tann dag í dag ikki veit, hvi hann vil hava boycott og síðan sigur hann fyrst ósætt og síðan leverar hann lodrættar lygnir. Og sum rosinan í pylsuendanum forsvarar Jenis Løgmann.
Tað er trupult at vinna sær sess í himmiríki og á løgtingi samstundis. Tað er sum hjá Ferðslutrygd. Annahvørt, ikki bæði!

Tá Ísrael bumbaði skúlar

Um vit venda aftur til bumbur og deyð børn, so er orsøkin til at Ísrael bumbar skúlar at Palistinar goyma vápn í skúlunum. Ísrael sigur frá fyrst og bumbar síðan. Eisini um Palistinar lata verða við at fortelja børnum at Ísrael fer at bumba skúlan.
Í Mai 2021 bumbaði Ísrael 50 skúlar í eina viku. Palistinar bumbaðu tveir í Ísrael. Tað doyðu 63 børn í Gaza og 2 í Ísrael! Hetta hendi meðan vit fyrireikaðu ambassadu í Ísrael, uttan at Jensi segði nakað.


Ambassadan lat upp aftaná at kríggi í Ukraina byrjaði.


Í Ukraina kríggjast teir millum civilfólk. Tað er ólógligt at goyma seg millum civilfólk. Tað er eisini ólógligt at goyma vápn millum civilfólk. Tað er krígsbrotsverk at krógva seg aftanfyri civilfólk. Tað er ikki krígsbrotsverk at skjóta eftir teimum sum krógva seg millum civilfólk, sjálvt um civilfólk doyggja.
https://en.wikipedia.org/wiki/2021_Israel%E2%80%93Palestine_crisis#:~:text=Israel%20then%20began%20a%20campaign,the%20al%2DShati%20refugee%20camp.

Ber illa til at siga hvør byrjar eitt kríggj

Tað doyðu fleiri civilfólk í borgarakrígnum frá 2014-2022 enn tað eru deyð síðan 24 februar 2022. Tá segði Jenis onki. Heilar bygdir blivu bombaðar tómar og ongin segði nakað. Síðan 2014 hava Ukrainar roynt at gjørt av við 1000 ára gomlu ortodoksu kirkjuna, men Jenis segði onki. Ukraina er
antisemittskt og tað hevur tað verði í nógv 100 ár. Teir drupu fleiri 10.000 jødar í 1650. Teir drupu
fleiri 100.000 jødar umleið 1920. Undir seinna heimsbardaga doyðu 1,5 mió. Jødar í Ukraina.
Stefan Bandera er høgt í metum enn í dag. Herovastin postaði mynd av Bandera tá hann hevði
føðingardag. Sendimaðurin í Týsklandi forsvaraði hann í Týskum sjónvarpi. Polakkar minnast Bandera sum hann sum avrættaði 130.000 polakkar og jødar í Volyn undir seinna heimsbardaga.
Hetta eru teir sum stýra Ukraina í dag. Frá 2014-2022 doyðu 14.000 fólk í borgarakríggi, harav 10.000 russiskir ukrainar.
Eitt er at vit ynskja at stuðla hesum antisemittum. Men hesir gera tað eisini trupult at gera
friðaravtalur. Teir hava ikki áhuga í friði. Tað broytir onki at Zelinsky hevur jødiskt foreldur. Hann var fíggjaður av Kolomoysky, men teir eru ikki vinir longur. Tí er Zelinsky søga, um Ukraina ikki vinnur kríggi. Hesir antisemittar hava onki ímóti at avrætta Zelinsky.
Tað blivu gjørdar tvær Minsk friðaravtalur. Porochenku, sum var presidentur, Angela Merkel og
Francois Hollande hava øll trý vátta, at avtalan bara var fyri at geva Ukraina tíð at styrkja herin.
Porochenku hevur seinastu dagarnar fortalt hvussu hann gjørdi tað. Tað ger tað sjálvandi trupult at gera eina nýggja avtalu við Russland.
Í 2021 samtykti parlamenti í Ukraina at leggja Donbas og Krim undir Ukraina, við hermegi um
neyðugt. Aftaná byrja Ukraina og Russland at flyta herfólk tann vegin.
Eina viku áðrenn Russland gjørdi innrás øktist talið av brotum á friðaravtaluna rættuliga skjótt og
nógv. 1500 brot ein dag, talt av OSCE, sum hevði væl av fólki á staðnum og rapporteraði á netinum
hvønn dag.
Tað er upptøka, sum var í miðlunum í 2014 har Victoria Nuland, tosar við amerikanska ambassadørin í Kiew, um at skifta president í Ukraina og hvør er frægastur at seta í staðin og at tað var avstemma við Joe Biden, sum sjálvandi avstemmaði við Obama og Hillary.
Hvør byrjaði og hvør gjørdi hvat er tí ov býtt at gera greiða niðurstøðu um. Tað valdast nógv eyguni sum síggja.

Ynskja vit frið, noyðast vit at síggja málið frá fleiri síðum.

Alt hetta hevði Jenis vita um hann røkti sínar skyldur. Og tá hevði Føroya fólk eisini vita hetta. Og tá kundu vit viðgjørt støðuna sakliga. Og tá hevði heldur ikki verið møguligt at brúkt hetta til bíligt
atkvøðufiskarí.
Tað er fantastiskt at Løgtingsmenn í hesum døgum viðgerða eitt mál, har teir ætla at atkvøða, men ikki hava minsta ánilsi av hví teir ætla at atkvøða fyri.
Sum áður nevnt, so gevur ætlaða boykotti Russlandi meira pengar. Nøkur reiðarí missa pengar. Fleiri 100 føroyingar missa arbeiði. Landskassin missur fleiri 100 milliónir. Kommunurnar missa minst 150 milliónir. Tey í Afrika missa 100.000 tons av mati, sum tey ikki hava ráð at keypa aðrastaðni. Og alt fyri atkvøður. Fyri Ukraina merkir tað at kríggi heldur á longri enn annars og at fleiri fólk í Ukraina doyggja. Hetta Jenis, er ein sjúklig tankagongd. Tað eigur at verða eitt mark fyri, hvussu nógv ein lumpar og snýtur sítt egna fólk. Manglandi upplýsingar er at snýta síni egnu. Tað er at gera niðurstøðu út frá skeivum fortreyum.
Og aftur til Ukraina Fólki í Ukraina hevur tað ikki gott. Putin og Russland eru óviðkomandi.

Hvussu hjálpa vit í Ukraina.

Tit løgtingsmenn hava sent 10 mió. til Ukraina, men CIA stjórin sigur at Zelinsky og hansara menn stjala milliardir og helst eisini okkara gávu til fólki í Ukraina.
Kunnu tit yvirhøvur vátta, at pengarnir endaðu hjá fólkinum? Er tað ikki beinleiðis ósætt at tit hava sent fólkinum í Ukraina 10 milliónir? Hava tit minsa ánilsi av, hvussu topparnir gera, tá teir drena statskassan yvir í egnar lummar?
Russland hevur yvirvág í vápnum og herfólki og kann halda áfram í áravís. Ukraina lánir pengar/vápn fyri at útseta endan á krígnum. Landið er longu í botnleysari skuld. Framhaldandi kríggj viðførur at ukrainar skulu arbeiða fyri rentur til USA og pensjónina hjá amerikanarum, umvegis Blackrock og Vanguard í minst 50 ár. IMF gevur teimum 30 ára lán. 8 mió. av yngri fólki eru rýmd og kunnu neyvan fara heimaftur, tí har verða tey trælir av skuld fyri vápn. Hetta átti politiska skipanin eisini at upplýst okkum.
Jenis og samgongan eiga einki boð, uttan at nøkta hevndarhugin sum náttúrliga er í okkum
menniskjum. Gevst at fara í brúsu segði Vestager, fyri at spara gass og minka inntøkuna hjá Putin.
Lat Aksel fylla okkum skítfull í lygn sigur Jenis á Facebook, sum er orsøkin til hetta langa skriv.
Tað doyggja uml. 500-1000 ukrainar dagliga seinastu dagarnar. Tað frægasta boði hjá Jenis er at geva Putin fleiri pengar. Taka matin úr munninum á teimum fátøku í Afrika og arbeiði frá nógvum 100 føroyingum.
Hevði Jenis gjørt sína skyldu í Landsstýrinum, so hevði hann spurt, okkara vegna, hví ongin tosar um frið. Og so hevði hann eisini spurt okkara vegna um tað er moralskt rætt hjá okkum vestanfyri at biðja Ukrainar ofra síni egnu til onga nyttu.

Men Jenis eigur onki boð sum bøtir hjá fólkinum í Ukraina. Í staðin skyldar hann uppá Putin,
samstundis sum hann aktivit arbeiður fyri at geva Putin fleiri pengar til vápn.
Og af disse regeres vi!

Eivind Jacobsen

Strendur

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fiskivinnupolitiskar avgerðir mugu takast í opinleika, annars eru vit hvørki eitt rættarsamfelag ella eitt fólkaræði. Hetta skrivar fyrrverðandi reiðarin og fyrrverðandi skrivarin hjá reiðarafelagnum Árni M. Dam, Árni hevur eisini verið á tingið sum eyka tingmaður hjá Framsókn.

Fiskivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Tí er alneyðugt, at umsiting og avgerðir altíð verða tiknar á einum fult upplýstum grundarlagi. Skal tað lata seg gera, so er fyrsta treytin, at vit kunnu tosa og kjakast opið um fiskivinnuna.

Afturvendandni ákærur um, at persóns-, lokal- ella partapolitisk atlit verða sett fremst, hava súrgað kjakið um føroyska fiskivinnu seinastu nógvu árini. Spurningurin er, um ikki nettup manglandi opinleiki í fiskivinnu-politiskum avgerðum og fiskivinnufyrisiting generelt, halda uppi hesum ósunna parti av kjakinum.

Herfyri skipaði Sjúrður Skaale fyri einari ráðstevnu um barentshavssáttmálan. Endamálið við ráðstevnuni var at fáa í lag eitt kjak um framtíðar fiskivinnusamstarvið við Russland. Eitt sjónarmið hjá Sjúrði var, at almenna kjakið tók støði í viðurskiftum, sum ikki vóru nóg væl upplýst.

Á ráðstevnuni bleiv fleiri ferðir víst til mín persón. Eg haldi, at tað kann gagna kjakinum, um eg greiði eitt sindur meira frá mínum leikluti í hesum sambandi.

Einki er ókeypis, heldur ikki fiskiveiðuavtalur

1. januar 1977 varð føroyska fiskimarkið flutt úr 12 út á 200 fjórðingar. Við fiskimarksútflytingini varð tørvur á nýggjum og víðkaðum fiskiveiðuavtalum í mun til tíðina fyri 1977. Umleið eitt ár seinni – á sumri í 1978 – mynstraði eg við skipi á fyrsta sinni.

Í 1978 gjørdu Føroyar fiskiveiðuavtalur við 6 lond (Ísland, Noreg, Sovjet, Svøríki, Pólland og DDR) umframt EEC. Avtalað varð, at hesi lond við uml. 130 fiskiførum kundu veiða sløk 60.000 tons av botnfiski umframt omanfyri 100.000 tons av uppisjóvarfiski í føroyskum sjógvi.

Í 1982 mynstraði eg á fyrsta sinni sum yvirmaður á føroyskum línuskipi. Í 1982 vóru tíðirnar – hvat sínámillum fiskiveiðuavtalum viðvíkti – lítið broyttar. Nøgdirnar av botnfiski vóru eitt sindur smærri, nøgdirnar av uppisjóvarfiski størri og framvegis var loyvt eini armadu av fremmandum fiskiførum (omanfyri 100 í tali) at veiða í føroyskum sjóøki.

Nógvu fremmandu skipini hava darvað fiskiskapin hjá føroyska fiskiflotanum uttanfyri 12 fjórðingar almikið. Ein afturvendandi spurningur var altíð hvar ein skuldi fara til fiskiskap fyri ikki at elta ella liggja í slóðini hjá fremmandu fiskiførunum.

Mangan setti eg mær spurningin: hvat fingu Føroyar í roynd og veru afturfyri, at meira enn 100 fremmand fiskifør veiddu í føroyskum sjógvi? Her varð ikki hugsað um tonsini á pappírinum (tað sum framgekk av avtalunum), tí hesi tølini vóru almenn. Heldur varð hugsað um, í hvønn mun og hvussu føroyskir myndugleikar tryggjaðu sær, at bert avtalað virksemið gekk fyri seg á fiskileiðini.

Hví blivu kongafiskurin og blálongan burtur?

Svartkjaftaskipini royna nær botni og nálgast upp at hvørjum kanti. Kongafiskur, men eisini upsi og blálonga eru fiskasløg, sum liva á botni, men eisini leita sær føði upp frá botni. Hví bleiv t.d. stóri kongafiskurin undir Føroyum heilt burtur? Stóðst tað av:

– Broyttum livilíkindum?

– Føroyskari ovurveiðu við troli á djúpum vatni?

– Ella óregluligari og ófráboðaðari hjáveiðu í svartkjafta- ella øðrum fiskiskapi?

Hendan spurningin fáa vit tíverri neyvan svaraðan nakrantíð.

Fiskiveiðuavtalan við Russland

Sum frá leið blivu fremmandu botnfiskafiskiførini burtur í føroyskum sjógvi (ongar avtalur blivu gjørdar). Undantakið var norsku línuskipini, og russisku svartkjaftaskipini hildu áfram sum frammanundan. Norska og russiska virksemið í føroyskum sjógvi var tengt at framhaldandi avtalum um føroyskan fiskiskap í Barentshavinum.

Í roknaðum virði hevur fiskiveiðusáttmálin millum Føroyar og Russland bygt á eina fyritreyt um, at fyri hvørt tons av botnfiski, sum vit fáa í russiskum sjógvi, so lata vit uml. 4 tons av uppisjóvarfiski í føroyskum sjógvi, viðhvørt munandi meira.

Søguliga hava føroysk reiðarí sent uml. 4-5 skip í Barentshavið at veiða føroysku kvotuna, meðan russar hava havt loyvi at veiða við upp til 17 skipum í føroyskum sjógvi (nú 29 fiskifør). Hvør einstakur russiskur trolari tók nærum tað sama í lastina sum ¾ av tí flota, sum vit sendu upp í Barentshavið at veiða. Tað vil siga, at:

– Meðan lutfallið millum kvoturnar hjá londunum hevur verið ½ so hevur lutfallið í lastakapasiteti verið 1:14+. Hví mann hetta vera?

– Loyvda talið av russiskum uppisjóvarskipum í føroyskum sjógvi hevur verið umleið tvífalt so stórt sum samlaða talið av føroyskum uppisjóvarskipum. Hví mann tað vera?

Í svartkjaftafiskiskapi verður roynt nær botni og tætt uppá kantarnar. Frá føroyskari svartkjaftaveiðu vita vit, at hjáveiða hevur verið ein trupulleiki, og tí bleiv rist í svartkjaftatrolum eisini eitt krav.

– Er skráseting av russiskari hjáveiðu av botnfiski í føroyskum sjógvi eftirfarandi?

Í 1993 var Felagið Línuskip endurstovnað og eg var formaður í hesum felag í umleið fimm ár. Sum formaður gjørdi eg nógv við spurningin um barentshavssáttmálan og virkaði fyri, at føroysk línuskip eisini kundu fáa atgongd til Barentshavið aftur fyri, at norsk og russisk fiskifør royndu í føroyskum sjógvi.

Men hetta var sum at renna seg ímóti einum múri. Eingin vildi tosa um hesi viðurskifti. Eitt undantak var tó í 1994, tá ið Tummas Arabo sum landsstýrismaður loyvdi línuskipunum at fiska nakað av toskakvotuni í norska partinum av Barentshavinum. Hettar kom sera væl við, bæði hjá línuskipunum og hjá flakafólkum á føroysku flakavirkjunum, tí tá var støðan sera ring í Føroyum.

Mótstøðan ímóti, at línuskipini sluppu at fiska ein part av hesi kvotu, var øgilig, og tá ið Tummas fór úr landsstýrinum, endaði tann søgan eisini – so tað blivu bert til tvey ár. Tað framgekk greitt, at nøkur heilt fá reiðarí partú skuldu eiga barentshavskvotuna. Vit vóru fleiri, sum spurdu hví, men einki svar fekst.

Tað hava verið nógvir fiskimenn, sum saman við mær hava ynskt og ynskja at fáa svar uppá ymisk viðurskifti, men felagsnevnarin er, at eingin fær nakað svar.

Hví fór eg at seta tøl á russarasáttmálan?

At farið varð undir at seta tøl á, kom ikki av ongum.

– Í apríl í fjørð var formaðurin í búskaparráðnum frammi í einum innslagi í Degi & Viku. Boðskapurin var, at javnvág var í fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland. Hesa útsøgn kundi ella vildi formaðurin ikki greina nærri, og tí bleiv hetta bert ein pástandur.

– Seinri um heysti var fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, í heimspressuni og greiddi frá, at sáttmálin við Russland hevði eitt virðið fyri Føroyar uppá á 5% av BTÚ. Hetta vísti seg at vera tikið úr leysum lofti, og útsøgnin var tí tikin aftur, men bleiv útsøgnin eisini rættað í heimspressuni?

– Stutta tíð eftir hetta kom danski tjóðbankin við eini útsøgn um, at Barentshavi hevði stóran týdning fyri Føroyar, og henda útsøgn hevur eisini verið dúgliga brúkt í Føroyum. Men hvat grundaði tjóðbankin sína útsøgn á – var tað á skeivu útsøgnina hjá føroyska fiskimálaráðharranum? Tað vita vit ikki.

– Seinni bað tásitandi landsstýrið tríggjar búskaparfrøðingar gera eina frágreiðing fyri at lýsa málið betur. Niðurstøðan var tann sama sum hjá búskaparráðnum: javnvág er í avtaluni. Hon hevur hvørki við sær tap ella vinning fyri Føroyar. Trupulleikin við hesi frágreiðing var, at hon ikki kundi almannakunngerast, og tí var ikki møguligt at fáa innlit í hana og at fáa eftirkannað, hvussu samhandilin um Barentshavið var uppgjørdur. Vit kundu hvørki síggja fyritreytirnar ella sjálvt roknistykkið, men máttu bara góðtaka, at “soleiðis er tað bara”.

Í fýra umførum vórðu myndugleikar ella umboð fyri myndugleikar sostatt frammi við útsagnum um javnvágina ella týdningin av sáttmálanum, men eingin av hesum instansum vildu gera grein fyri sínum útsagnum – og útsagnirnar hjá sjálvum fiskimálaráðharranum vístu seg at vera beinleiðis skeivar.

Hetta helt eg ikki átti at sleppa at standa einsamalt, eftirsum tað ikki var eitt virðiligt grundarlag fyri einum upplýstum kjaki. Tí fór eg undir at seta nakrar fortreytir upp og at seta eitt roknistykki saman við støði í almennum tølum. Hesar útrokningar legði eg út sum uppsløg á mín facebook-vanga.

Sjúrður Skaale hevði sæð hesar útrokningar, og hann vendi sær til mín fyri at vita, um hann kundi fáa tær. Grundgevingin var, at hann ikki vildi lata sær lynda, at honum var noktað at síggja frágreiðingina, sum teir tríggir búskaparfrøðingarnir høvdu gjørt. Tí vildi hann sjálvur fáa gjørda eina óhefta meting, sum øll kundu fyrihalda seg til.

Eg var fegin um, at tað var ein politikari, sum vísti áhuga fyri at fáa innlit í ymiskar samanhangir í fiskivinnuni. Í 2009 var Sjúrður Skaale – saman við Poul Michelsen og Jacob Vestergaard – teir einastu, sum veruliga høvdu áhuga í at seta seg inn í tað arbeiðið, sum formaðurin í reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, og næstformaðurin, Jónsvein Knudsen, settu í gongd um makrelin í føroyskum sjógvi.

Eg játtaði, og hóast eg ikki eri búskaparfrøðingur, so hevði eg einki ímóti, at mínar útrokningar blivu lagdar alment fram. Hetta er jú nakað, sum átti at at viðkomið øllum.

Democracy dies in darkness

Í Løkshøll siteraði Sjúrður Skaale slagorðið hjá The Washington Post: “Democracy dies in darkness”.

Í eini kjaksending um tiltakið vóru tveir fyrrverandi politikarar í FM1. Ein av niðurstøðunum tóktist vera, at tiltakið hjá Sjúrði møguliga kundi skaða arbeiðið hjá samgonguni viðvíkjandi Russlandi.

Tiltakið var ein lýsing av føroyskt-russiska samstarvinum í søguligum høpi og ein lýsing av mongu og stóru tvístøðunum, ið Føroyar sum land standa við í sambandi við samstarvið við Russland. Ein partur av tiltakinum vóru útrokningar, sum allar byggja á almenn tøl og greiðar fortreytir, sum øll eiga at kunna fyrihalda seg til.

Um hugsanin er, at tiltakið hjá Sjúrði Skaale, hvørs endamál var vitan, upplýsing og kjak, skaðar arbeiðið hjá landsstýrinum, so missi eg í uppaftur størri mun trúnna á, at vit yvirhøvur eru búgvin at virka í einum væl-virkandi fólkaræði og taka avgerðir á fult upplýstum grundarlagi.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

 Her eru nøkur brot úr bókum eg havi lisi, sum eg skrivaði eitt lesarabræv um í 2017

Fyrst í 90 inum minkaði føðin hjá toskinum inni á landgrunninum tá for toskurin eisini út av grunninum, fyri at leita eftir føði og fiskaloysi bleiv.

Men í 1994 byrjaði føðin at koma aftur og toskurin kom aftaná.

Tilráðingin frá ICES fyri føroyabanka, var í nogv ár at ongin toskur skuldi fiskast í 2019

25 september 2019 kom Sjógarmál út við fleiri gitingum um hví ongin toskur var á føroyabanka.

 Men í mars í 2020 gjørdi M H ein roktúr við toski sum var 5 ár og eldri.

Niðanfyri er nakað sum eg havi tikið úr einum kesara brævið frá 2017

Hitt tiltikna fiski árið 1919, vóru dømir um, at tað bleiv settar tvær línur ella 800 húkar og fingu 800 fiskar. Trý ár seinri í 1922 eitt tað ringasta fiski ár, menn vita um.

Tá eg læs um kyndilsmessu ódnina í 1620 kom eg at hugsa at tað sama hendi veturin1988- 89, Tá fyrst øll føðin burtur, og síðan bleiv fiskurin burtur. Tá bleiv eitt tað ringasta fiskaloysi í Føroyum, í nýggjari tíð.

  • 1993 sóu fiskimann, at føði byrjaði føðin at koma aftur – 1994 ½ Apríl bleiv rokfiskiskapur hjá trolbátinum, seinri hjá trolaranum. –
  • 1996 bleiv eisini rokfiskiskapur hjá línubátinum. Frá trolararnir fingu fisk gekk 1½ ár til fiskurin tók línu.
  • 1995 søgdu fiskifrøðingar, tað er bert á onkrum smáum økjum nakrir stórir toskar eru, tað er ongin smáfiskur, so vit kunna ikki fiska ov nógv. (í sosialurin 1995)
  •  1996 viðgingu fiskifrøðingarnir at fiskur var inni á grunninum, men teir høvdu ikki tikið feil, fiskurin var gýttur her í 1992 og 93. Men tann pástandurin kom ikki fram fyrr enn í 1996. uml. 20 ár seinri endurtekur støðan seg :
  •  2010 til 2016 hevur veri vánaligt fiskarí, men als ikki fiskaloysi.
  •  2015 Byrjaðu fiskimenn at tosa um, at tað sá betur út við føðini. Tá var heldur betur fiskiskapur hjá trolbátinum.
  • 2016 Fingið trolbátarnir brúkiligt fiskarí av toski og hýsu.
  • 2017 Hava teir rokfiskiskap og snellu bátarnir høvdu, heilt gott fiskarí í vár. So vónandi og vantandi tekur fiskurin línuna skjótt.

Tá ið fiskifrøðingar altíð koma, 4 ár aftaná fiskinum og fiskimannin og rokna bert á pappírinum, onki frá veruleikanum, og mæla bert til at minka fiskidagarnir, um fiskurin er á veg inn á grunnarnar ella fiskurin er á veg út aftur av grunninum, tí eru allar útrokningar óbrúkiligar og vit kunnu ikki brúka, teirra tilmælir til nakað.

Fiskidagaskipanin bleiv gjørd til, at fiska meira, tá føðin og fiskurin er komin inn á Føroya grunninum. veiðitrýsti minkar er altíð, tá føðin og fiskurin eru farin av grunninum.

Skal ein góð fiskidagaskipan oyðileggjast, bert tí fiskifrøðingarnir ikki klára at fylgja við botn fiskastovninum ?

Í dag kom so tað óskiljandi upsa tilmælið, har verður mælt til at  minka upsa fiskaríi við 52 %  tað er ómøguligt at fiska ov nogv av einum semipelagiskum fiskastovni sum er uppi i sjógnum 75 % av tíðini

Her er nakað frá Havstovuni

https://www.fo24.net/2018/11/08/upsastovnurin-og-stovnsmetinga

https://www.facebook.com/photo/?fbid=1323917447695131&set=pcb.1424423460982542

https://www.facebook.com/messenger_media/?attachment_id=1323917804361762&message_id=mid.%24cAAAAALlwHvFimbBjglcaGs0TJqb9&thread_id=100000269267836

https://academic.oup.com/icesjms/article/67/1/111/596456?fbclid=IwAR0U8dJj03RMzWAAaYdweB1HDQAPUK4koKly9q-ZsuNmu67zJLhr0z_gAc8&login=false’

Vidio

https://nordlysid.fo/tidindi/68922/nogvur-storur-og-feitur-toskur-a-foroya-banka?fbclid=IwAR3yjIkjz8tsTX3UY4vyuscuvhgbDHnN5S2522GUXEV57Ij2psun0QPam9w

https://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2019/Sjovarmal2019.pdf   S.10

https://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2020/Sjovarmal2020.pdf#page=24 S. 24

                                                  Eyðun Hansen

                                                 350 Vestmanna

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Á skránni til býráðsfundin hóskvøldið verður fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu til viðgerðar . Inntøkurnar eru mettar til 328 mió. kr., og raksturin 254 mió. kr. Býráðið hevur sett av til íløgur 51,7 mió. kr. í 2023.


Vit hava framhaldandi hækkandi inntøkur og fólkavøkstur í Klaksvíkar kommunu og vit megna stórar íløgur hvørt ár. Komandi árini kann roknast við at íløgukarmurin verður um 40 milliónir, samstundis sum kommunan kann niðurgjalda einar 15 til 18 milliónir krónur av skuld um árið.

Nakrar av íløgunum komandi ár.

Tað eru at játtaðar 10 mió. til liðugtgerð av útstykkingini á Fossum. Harumframt er eisini gjørt pláss á íløgusíðuni til tríggjar nýggjar barnagarðsstovur í Fjallafípuni, økið kring nýggja kappróðrarneystið og íløgur í vega- og parkeringsloysnir, eitt nú við Stangavegin. Eisini verður havnalagið í Norðhavnini útbygd við tunnilsgrótið. Eisini er avsettar 450.000 kr til framhaldandi at tekna fimleikarhøllina.

Íløgur, sum býráðið á komandi býráðsfundi hevur tikið endaliga støðu til eru:

10 mió. kr. eru settar av til avdráttir

Samtykt var at seta 10 mió. kr. av til avdráttir av lánum. Skattaprosentið er framvegis 20,75% og barnafrádrátturin er eins og í 2022 5.500 kr. Nettoskuldin ultimo 2023 verður mett til at verða á leið 52 mió. kr. oman fyri skuldarmarkið.

Kommunan roknar við einum útslitið á 400.000 kr.

Kelda: Klaksvik.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Nú fólk gita hvør gevur mær upplýsingar, skal eg upplýsa at eg varði av einari umsókn. Havi ofta tosa við Tóra, Terja, umsiting og borgarstjóra. Mær tørvar tí ikki lekar. Mær tørvar ikki at tosa við Jonhard Danielsen og tá ein politikari hevði hug at halda at tað var har eg hevði upplýsingar, fortaldi eg honum, at um hann nakrantíð segði hatta aftur, fekk hann almenna avhølving sum hann ongantíð hevði fingið fyrr og tað stendur við og er galdandi fyri onnur eisini og er ikki avmarka til eitt stk. og er heldur ikki tíðaravmarka.

At gera mínum børnum órætt er ein feilur. Í prinsippinum er onki mark fyri hvussu stórur tann feilurin kann blíva.

Eg veit tað er eitt stórt tak. Eg veit at nú byrja summi at verja seg í flokki fyri tí ella honum í koma skal.

Eg trívist best á smala vegnum. Hava teir hug at standa saman og verja tað sum hendir á breiða vegnum, so taka vit tað við. Vit lesa um at venda hin kjálkan til, tá onkur slær. Men ongastaðni stendur at vit skulu hyggja at meðan órættur verður framdur móti øðrum. Sjálvt tann sum onki gjørdi og gravaði talentirnar niður fekk átalu.

Tobbi hevur vinir. Fleiri kenna til seyð og mun á uttangarðs og innangarðs, so teir vita ivaleyst hvat tænir teimum best. Og nú vita teir, at verði eg umrøddur, so verða teir eisini umrøddir.

Kommunustýrislimir møta væl upp í Guds húsi. Tey standa væl saman. Hví tey stuðla fólki heldur enn at heita á tey um at fara av breiða vegnum yvir á smala vegin er mær ein gáta. Men eg sá dokumentar frá 2010 úr Ukraina í vikuskiftinum, har fólk fortaldu at tey hugdu at tá jødarnir blivu avrættaðir niður í hópgrøvir og síðan fóru tey og løgdu greinar og mold omaná so tey næstu sum skuldu avrættast ikki sóu. Og tey kendu, tí at onkur sum gjørdi hetta vóru syskinabørn hjá hálvum jødum, sum vóru millum tey avrættaðu. So undarlig eru vit menniskju.

Heimskendi psykologurin, Jordan Peterson greiddi frá, : Um tit vóru í seinna heimsbardaga so siga tit, at tit høvdu verið Schindler. Tað er ikki rætt, tit høvdu verið fangavørurin!! Soleiðis er menniskjan.

At kommunustýrislimir bara lata standa til, er tí í prinsippinum menniskjasligt. Men tað er ikki at gera sína skyldu. Tað er skeivt. At gera órætt móti borgarum, við at lata standa til, er at ganga á breiða vegnum.

Fari at citera Indiskan mann sum talaði í Kelduni 11 september. Tað hann segði er eisini galdandi fyri kommunustýrislimir. Hann fortaldi: Ein maður var deyðanum nær, tí hann onki át. Tey spurdu hann, um hann trúði at hann fekk tað betri um hann át. Ja tað trúði hann. Og so endurtók hann spurning og svar 3 ferðir. Og sama svar frá hungaða manninum. Men so doyði maðurin. Og so segði prædikumaðurin: Maðurin trúði, men tað var ikki nóg mikið til at bjarga honum! Hann handlaði ikki eftir sínari trúgv og tí doyði hann! Soleiðis er við kommunustýrislimum. Teir trúgva, men ferðast fegnir á breiða vegnum.

Tað verður sum í sanginum Dreymurin, sum Alex sang: …Eg ei teg kenni, fær og tæn tí harra tú tænti har…  Pápi vit ei tær fylgja… Tú verður aldri okkar pápi meir…. Í sanginum vaknaði hann úr dreyminum. Um kommunustýri vaknar vita vit ikki.

Eg lærdi stórsta partin av bíbliuni í bíbliusøgu í skúlanum og eri annars uppvandur við Guds orð og at gera tað sum er rætt og at fáa átalu fyri tað sum var skeivt. Klári meg við at lurta eftir Poul Færø og Bispi. Brúki meginpartin av tíðini á smala vegnum, tó at breiði vegurin ikki er mær ókendur. Eg skilji ikki hví fólk fara í kommunustýri og so sannlíkt enda sum fýrbøtarar, enntá við stuðli frá øðrum trúgvandi, sum eru so fitt, at tey ikki tora at biðja tey koma yvir aftur á smala vegin.

Kæran til Løgtingsins umboðsmann

Tað er Havnanevndin, sum hevur skyldu at avgreiða málini. Enntá uttan at spyrja borgarstjóran. Bara so at fólk vita, hvør hevur ábyrgdina av óskilinum. Tað er í prinsippinum ikki Tobbi. Tó er tað ivaleyst soleiðis at øll ræðast Tobba og tí gera tey ikki sína skyldu. Tað er so lítið skil á tí ein fær upplýst í umsitingini, at ongin er so skilaleysur uttan at blíva uppsagdur.

Tann, sum kærdi til Lum var ein eldri maður. Hann hevur søkt um loyvi at byggja neyst, tí at grannin, sum er sambúgvi hjá systir Ludvík við Stein, hevði fingið loyvið og bygt neyst. Og ikki nokk við tað. Hann hevur enntá goldið sín part av felags vegginum, fyri grannan, sum also fekk byggiloyvi. Men hesin gamli maður skal ikki fáa loyvi, hóast hann hevur goldið part av útreiðslunum hjá grannanum. Skjótt at hugsa, at atgongdin til Borgarstjóran er avgerðandi. Beiggi Ludvík og Kári Egholm Jacobsen kennast sjálvandi eisini. Tað er ikki nakað prógv. Men tað má roknast við at soleiðis hugsa fólk. Tí er tað relevant, sjálvt um tað seinni vísur seg at verða onnur orsøk. Hypotesur skriva vit frammanundan og ikki tá málið er liðugt. (Ludvík er nevndur seinni í greinini og tí ikki dulnevndur her)

Støðan hjá gamla manninum er syndarlig. Men tað leggja tey fólkavaldu onki í.

Kommunuskrivarin í Runavíkar kommunu hevur heldur ikki fingið svar uppá sína umsókn. Tað týður uppá at tað eru aðrar orsøkir enn at bara summi fáa loyvi.

Hví er Tobbi ímóti neystum

Orsøkin tykist verða, at Tobbi er ímóti neystum. Men hví er Tobbi ímóti. Á fundi fyri árum síðan, segði Tobbi, at hann ætlaði sær eisini at byggja neyst. Tobbi eigur eitt neyst í økinum.

Eg var á stuttligum kommunustýrisfundi. Sat við síðuna av Hilmar Sam, sum umvegis telefonina samskifti við Ludvík við Stein, sum eg sjálvandi sá. Neystaloyvi hjá teimum báðum var á skrá hendan fundin. Harumframt sá eg Ipaddin hjá Kristian, sum tá sat í kommunustýrinum. Ipaddurin sást og kundi lesast av áskoðaraplássinum. Hilmar Sam var so upptikin av at samskifta við Ludvík at hann neyvan sá hvat eg sá.

Hesin stuttligi fundur endaði við at Hilmar Sam og Ludvík við Stein fingu loyvi at byggja eitt stórt neyst sum í dag kann leigast umvegis Air-Bnb. Tað hevði Tobbi onki ímóti tí tá ætlaði hann sær at inrætta sítt neyst. Sjálvt um kommunan visti, at økið var friða og tað var landbúnaðarøkið. Tá var sannliga vítt til veggja. Byggiloyvi var ikki sambært byggisamtyktini, men tað hevði ongin rygg at staðfesta.

Trupulleikin byrjar tá Samuelsen vil byggja neyst í sama øki sum Ludvík og Hilmar Sam. Nú var Jonhard Danielsen á fundi. Hann kravdi at tey fylgdu byggisamtyktini men vísti samstundis á, at til bar at broyta byggisamtykina.

Onkursvegna fekk Kári Egholm Jacobsen kaldar føtur. Hetta eru á leið 4 ár síðan og onki er hent í málinum.

Vit kunnu gita hvussu glaður Tobbi bleiv. Í øllum førum bleiv Jonhard koyrdur í andstøðu. Men tað sigst verða Kári Egholm Jacoben, sum tók stig til tað. Officielt tí hann var ómøguligur. Men reelt tí at Tobbi ikki slapp at byggja neyst og at Kári Egholm Jacobsen ikki toldi trýsti og vandan fyri at loyvi til neyst hjá Ludvík og Hilmar Sam mátti takast aftur.

Hvi Samuelsen ikki fekkk loyvi, tá Hilmar Sam og Ludvík fingu loyvi er sjálvandi undarligt. Neystini høvdu jú staðið lið um lið í dag.

Men Samuelsen hevur enn ikki fingið svar. Málið hevur ligið síðani!!

Hví ikki broyta byggisamtyktina og hví ikki avgreiða neystaumsóknir

Tobbi hevur friðað økið har hann eigur neyst og har Hilmar Sam og Ludvík við Stein fingu loyvi at byggja hóast Tobbi hevur friða økið. Harumframt er tað landbúnaðarøkið!!

Hann tykist verða so fornermaður, at tá hann ikki fær neyst, so skal ongin í kommununi fáa neyst.

Tað ber til at broyta byggisamtyktina. Men so fáa Vang, Jacobsen, Lamhauge og Knudsen eisini byggiloyvi og tað vil Tobbi heldur ikki.

Støðan í dag er tí helst, at neystið hjá Ludvík og Hilmar Sam er bygt í landbúnaðarøkið og partvís friðaðum øki og má takast niður aftur og kommunan má endurgjalda teimum báðum fyri missin.

Tá Tobbi ikki fekk neyst, so skuldi ongin annar hava. At hann sjálvur hevur friða sína egnu ogn er hansara egna býttheit. Hevði hann so friða økið undir nýggju kirkjuni, tá hann allíkval friðaði í býligninum, so hevði eg skilt hann. Og til tey sum ikki vita hvussu hann er, so er hann sera hóttandi. Og hann leggur hatur á fólk. Hann er harmæltur. Hann klamsar við hurðum. Tað er ikki mátin at behandla starvsfólk. Men hvat skulu tey gera? Hann kann saktans finna uppá at koyra fólk til hús. Umskipan er av og á á skrá. Tá plagar at lukta av at onkur skal uppsigast, vil onkur kommunustýrislimur verða við.

Alternativið at broyta byggisamtyktina er einfalt. Also burtursæð frá at so fáa onnur eisini byggiloyvi. Og tað vil Tobbi ikki.

At Tobbi nú sigur, at hann skal ikki hava nakað byggiloyvi er helst bara staðfesting av at hann veit, at hann kann ikki fáa byggiloyvi í einum øki, hann sjálvur hevur friðað. Soleiðis sleppur hann undan at viðganga, at hann einaferð ynskti neyst og nú fær hann ikki og tí skal ongin annar hava neyst.

Sporturin gerst fullkomin, tá vit síggja eina matstovu í hesum sama landbúnaðarøkið. Also neystaøkinum, sum er landbúnaðarøkið sambært býarplaninum.

R7 á breddan á seinasta kommunufundi

Tobbi visti at siga á seinasta fundi, at nú hevði R7 biðið um innlit í málið. R7 hevur biðið um innlit í málið um at broyta byggisamtyktina. Orsøkin er, at undirritaði hóast tosa er við nógv fólk ikki hevur sæð ella hoyrt um hesa broyting. Hendan broyting sær ikki út til at existera. Hon er ikki til. Men hóast hon ikki er til, so verður hon brúkt til at grundgeva fyri at fyribils nokta byggiloyvi. Vísur tað seg at verða soleiðis, so hevur kommunan givið løgtingsins umboðsmanni skeivar upplýsingar. Tað er rættuliga groft. Men tað fer R7 at viðgerða. Í hesum høpi er tað sum hjá Tobba, tá hann segði at privatpersónurin og borgarstjórin eru ikki sami persónur. Hetta skrivar Eivind og tað hevur onki at gera við R7.

Tobbi visti eisini at siga at eg ætlaði mær eftir Kára Egholm Jacobsen. Tað ætlar R7 ikki. R7 arbeiður systematist frameftir. Og R7 útvelur ikki syndabukkar framman undan. Ivaleyst var tað taktikkur av Tobba, sum skilur at nú ríður um snærið hjá honum sjálvum. Hetta er ein máti at fáa vinmennirnar at samlast í flokki móti mær. Gangi út frá at vinmennirnir skilja, at tað standa teir seg best við ikki at gera og um ikki, so fara teir 100% sikkurt at skilja tað aftaná.

Hvat hendir frameftir

Skal upplýsa Tobba, at undirritað ætlar at tvinga býráðslimir at seta Tobba upp á pláss, soleiðis at Runavíkar kommuna útskrivar tey neystaloyvi hon hevur skyldu at útskriva og sum borgarar hava rætt til at fáa útskriva. Tað gerst best við at verða óavmarka brutalur. Helst dupult so brutalur sum Tobbi nakrantíð er. Men tað hevur onki at gera við R7. Óavmarka brutalur merkir at verða óavmarka brutalur við kommunustýrislimir, sum ikki gera sína skyldu. Tá Tobbi kann hótta teir at lata verða, so má bera til hjá mær at yvirbevísa teir um at gera tað mótsætta.

Frá fundinum veit eg eisini, at Tobbi segði, at tað ber ikki til at byggja bústaðir í hvørjum neysti. Tað hevur Tobbi sagt fyrr og tað segði hann aftur á seinasta fundi. Aftaná at hann alment hevur tikið fulla ábyrgd av tí hann onki eigur í. TVS. At tað hann legði út á heimasíðuna meinti hann ikki. Tað var sostatt ein lodrøtt lygn. Tað forklárar so eisini hví hann tók fulla ábyrgd av nøkrum sum hann onga ábyrgd hevur av. Tobbi vil framvegis ikki hava neyst og tá hann ikki slapp at byggja, tí hann hevði friða sítt egna neyst, so skal øll fjøra í Runavíkar kommunu standa óbygd, sjálvt um tað er ímóti lógini.

Runavíkar kommuna er nevndarstýrd. Byggimál sambært stýrisskipanini sortera undir viðkomandi nevnd. TVS. Havnanevndin hevur skyldu og heimild at avgreiða tey, uttan at spyrja borgarstjóran og uttan at spyrja kommunustýrið. Stýrisskipanin í Runavík er rættuliga exakt sum tann í Sjóvar kommunu.

Skal skoyta uppi, at eg tími ikki at verða umrøddur í tíð og ótíð á býráðsfundi í Runavikar kommunu. Ikki bara av Tobba men av øðrum eisini. Havandi í huga hvussu undirbrotlig summi eru, so tími eg tað uppaftur minni. Tími heldur ikki at verða umrøddur millum vinirnar hjá Tobba. Fyrigeving er millum várharra og viðkomandi. Saga er saga!

Nú er tíð at enda hetta langa skriv. Men eg skal vísa á, at hóast avgerðina hjá Løgtingsins umboðsmanni, so sær út til at onki verður broytt. Tobbi vil ikki hava broytingar og kommunustýri torir ikki.

Sum eg havi nevnt, so er tað Havnanevndin sum skal avgreiða málini. Tí er tað ikki ábyrgdin hjá Tobba. Men starvsfólkini ræðast Tobba. Tað skilji eg væl. Kommunustýrislimir ræðast Tobba og tað skilji eg men tað góðtaki eg ikki.

Nú ætli eg at bíða í nakrar dagar. Um onki hendir, so fara vit at viðgerða tey sum sita í kommunustýrinum. Og tey taka vit tá persón fyri persón. Tobbi er ikki behagiligur. Men eg kann, um eg vil, verða 10 ferðir verri. Og eg dugi heilt erliga ikki at síggja hví fólkavald sum renna undan ábygd skulu sparast. Tey hava ávísar skyldur. Og misrøkja tey sínar skyldur í almennum starvi má roknast við at sami standur er í borgarliga starvinum.

Eivind Jacobsen

Strendur

0 FacebookTwitterPinterestEmail
Newer Posts