Home Vinna Vinna & Samfelag

Vinna & Samfelag

Tað er einki minni enn skelkandi at hoyra røddir í tí almenna rúminum tosa um at Føroya land skal umhugsa at slíta sítt væl virkandi og væl roynda samstarv við Russland á fiskivinnuøkinum.

Vit ásanna at hetta er eitt samfelagsligt og búskaparligt mál ið føroyingar eiga at taka í størsta álvara. Gera vit eitt mistak her, kunnu avleiðingarnar av tí gerast verri enn mong ímynda sær.

Verandi samhandil millum Føroyar og Russland er als ikki í javnvág, sum annars hevur verið ført fram frá landsins ovastu politisku leiðslu — hesin samhandil er munandi meira til føroyskan enn russiskan fyrimun, eins og hagtøl og aðrar upplýsingar greitt vísa.

Hetta fiskivinnusamstarv hevur heilt síðan byrjan í 1977 bygt á — og ger tað framvegis — at russarar fáa til høldar ódýran og proteinríkan fiskamat meðan føroyingar afturfyri fáa búskaparligt og fíggjarligt avkast og arbeiðspláss.

Okkara fiskiveiðisamstarv við Russland umfatar í høvuðsheitum sínámillum fiskirættindi umframt veitingar av føroyskum havna-, flutnings- og goymslutænastum v.m. til russisk skip.

Hetta samstarv gevur árliga tí føroyska búskapinum umleið 1,2 milliardir krónur í øktum umsetningi (2021). Tí undrast vit eisini yvir at nakar føroyingur í fullum álvara kann virka fyri og mæla til at tveita alt hetta fyri borð uttan nakað veruligt at seta inn ístaðin — kanska bert fyri at flagga fyri umheiminum at Føroyar vil veittra moralskan peikifingur móti einum stórum landi sum kríggjast? Um hetta er av “prinsippiellum” orsøkum, sum sagt verður, hví veittra vit tá ikki eisini móti øðrum ið hava kríggjast enn meira oyðandi og drápiliga?

Boykotta ikki mat

Um ein havnastongsul frá føroyskari síðu skuldi verðið settur í verk av “etiskum” orsøkum, so merkir tað eisini í veruleikanum at føroyingar — sum kanska heimsins einasta tjóð — vilja forða fyri veitingum av lívsneyðugum matvørum til fátøk lond. Hevði tað verið etiskt rætt?

Eins og onnur harmast vit um alt vápnað stríð sum fer fram og tær líðingar tað hevur við sær, og vit vóna at kríggið í Ukraina fær ein enda so skjótt sum møguligt. Tó stendur greitt at flest øll heimsins lond eru samd um at matvørur eiga ikki at verða raktar av revsitiltøkum vegna ósemjur og kríggj. Aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, segði fyri nøkrum vikum síðan at ST arbeiddi fyri at fáa semju við USA og ES um at vinna á forðingum fyri at russiskar matvørur og handilstøð náa út til heimsins marknaðir. Hann segði at tey londini sum settu revsitiltøk í verk móti Russlandi vegna innrásina í Ukraina høvdu gjørt greitt at tiltøkini ikki vóru galdandi fyri matvørur og handilstøð. Sjálvt Russland og Ukraina kundu eisini semjast um at ukrainskur útflutningur av korni skuldi ikki forðast hóast kríggið.

Russaraskip og frystitrolarar

Allur samhandil snýr seg um at geva og fáa. Hóast summi fyri tíðina tykjast hava ilt við at skilja hetta, so hanga virksemið hjá russiskum skipum í føroyskum sjóøki og havnum og fiskiveiðin hjá føroyskum frystitrolarum í Barentshavinum óloysiliga saman. Okkara tænastur og veitingar til russaraskipini gera at teirra fiskiskapur og flutningur av fiskavørum á okkara leiðum yvirhøvur ber til. Steingja vit fyri hesum, so gevur tað ikki longur meining fyri russisk skip at fiska og umlasta á okkara leiðum; so fellur teirra áhugi fyri føroyskari uppsjóvarkvotu sjálvandi eisini burtur, og tað hevði samstundis borið í sær at botnfiskakvotan hjá føroyingum í russiskum sjógvi fór fyri bakka.

Ein slík púra óneyðug vanlukka fyri okkum, av berum óumhugsni ella ódugnaskapi, hevði verið ófyrigevilig. Tí er tað bráðneyðugt nú at vit gera okkum greitt hvussu hetta hongur saman, og tað er í grundini einfalt: Vilja vit av við russaraskipini, so missa vit eisini okkara trolaraflota í Barentshavinum. Eingin ivi er um tað. Og missa vit okkara frystitrolarar — Várharra forbjóði tí — so hvørvur eisini ein ógvuliga specialiserað vinna, sum hevur tikið mong ár at byggja upp og verður í praksis ómøgulig at endurreisa.

Metta mong

Samstarvið millum Føroyar og Russland um fiskirættindi inniber at russarar fáa umleið 100 túsund tons um árið av uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi, og føroyingar fáa afturfyri umleið 24 túsund tons av toski v.m. í russiskum sjógvi. Sjálvt um nøgdirnar á uppsjóvarfiskinum vit lata russarum eru væl størri, hevur hesin fiskur eitt lægri marknaðarvirði enn tann botnfiskur vit fáa frá teimum. Her er eisini vert at undirstrika at hesin uppsjóvarfiskur sum russar veiða fer einans til matnað, til fólk ið ikki hava ráð at eta dýrari fisk.

Umlastingar og líknandi virksemi hjá russiskum skipum í føroyskum havnum umfataði í fjør so mikið sum 325.000 tons, tað er stívliga tríggjar ferðir tey 100.000 tonsini sum russarar fiska í føroyskum øki. Talan er um svartkjaft og annan uppsjóvarfisk sum teirra skip fiska ymsastaðni og sum verður avskipaður umvegis Føroyar til Russlands og afrikansk lond — proteinríkar, ódýrar matvørur til fólk sum eru lutfalsliga fátøk, og tey eru mong sum fáa mettuna av hesum.

Høgt søluvirði

Virðið á tí russisku kvotuni av uppsjóvarfiski frá okkum lá í fjør tilsamans um 334 milliónir kr., meðan okkara botnfiskakvota frá russarum í Barentshavinum íroknað rækjur var verd umleið 550 mió. kr. Her er talan um virði í rundari vekt, sum merkir at virking umborð ikki er tikin við; um hon eisini verður roknað uppí, er virðið á kvotuni har sambært okkara meting umleið 770 mió. kr.

Hetta kann roknast út við støði í avrundaðum miðaltølum frá avreiðingum í fjør. Men her má samstundis havast í huga at virðið á okkara kvotu í Barentshavinum er longu munandi hækkað síðan í fjør, væl meira enn hvat ið virðið á tí russisku uppsjóvarkvotuni í føroyskum sjógvi eisini er økt.

Botnfiskurin vit veiða í Barentshavinum — serliga toskur, tó eisini nakað av hýsu og flatfiski umframt rækjur — verður frystur og pakkaður umborð, og umleið tveir triðingar av fiskinum verður eisini virkaður til flak umborð. Avreiðingarprísurin á sjófrystum toskaflaki hevur í 2022 ligið um einar 80 kr. fyri kg., meðan kiloprísurin á kruvdum og avhøvdaðum sjófrystum hevur ligið um einar 35 kr. Síðstnevndi fiskur verður latin føroyskum flakavirkjum og fær soleiðis hægri virði og er samstundis við til at skapa vinnuvirksemi og arbeiðspláss á landi.

Leggja nógv eftir seg

Leggja vit avreiðingarnar hjá teimum føroysku frystitrolarunum saman við umsetningin av føroyskum vøru- og tænastuveitingum til russisk skip í føroyskum havnum, fær okkara samfelagsbúskapur umleið 1,2 mia. kr. inn frá fiskivinnusamstarvinum við Russland. Tá taka vit hvørki avleitt virksemi, arbeiðspláss ella skattainntøkur við, ei heldur útflutning av føroyskum fiskavørum til tann russiska marknaðin. Vit tosa við øðrum orðum um ein rættiliga stóran og týðandi part av grundarlagnum fyri fíggjarlógini hjá Føroya Løgtingi.

Russisk skip leggja so mikið eftir seg í samfelagnum at talan er um vøru- og tænastukeyp fyri fleiri hundrað mió. kr. um árið, hóast vit so gott sum einki keypa frá russarunum. Upplýsingar og lyklatøl frá okkara egna virksemi saman við tilfari vit hava savnað frá týðandi føroyskum veitarum og myndugleikum vísa at russisk skip keypa vørur og tænastur frá føroyingum fyri umleið 435 mió. kr. um árið (2021).

Størsti partur av hesum er brenni- og smyrjiolja, harnæst vøru- og tænastukeyp umvegis agency feløgini so sum brúgva- og havnagjald, loðs- og sleipibátaveitingar,  lossing og vørugoymsla, sjóvegis flutningur í sambandi við ‘russarafisk’, vørugjald, proviantur, fiskireiðskapur, umvælingar, tænastur í sambandi við manningarskift so sum hotell, taxakoyring og flogferðir.

Áhugamál Føroya

Við tílíkum búskaparligum virksemi á landi fylgir eyðvitað ymiskt avleitt virksemi. Hartil er talan um arbeiðspláss tengd at hesum veitingum umframt at fiskiskapinum í Barentshavinum, og skattainntøkurnar av øllum.

Millum mest eyðsýndu arbeiðspláss her teljast frystitrolararnir, hvørs skiparar og manningar vinna stórar inntøkur til seg og síni og sum vitiligt rinda kommunum og landinum nógvan skatt. Ganga vit út frá at hesi skipini hava øll dupulta manning, so er talan um eini 200 ársverk bara har. Familjurnar hjá hesum sjófólki kunnu ivaleyst roknast millum tær mest keypisterku í samfelagnum og eru tí eisini við til at uppihalda nógvum handils- og tænastuvirksemi ið vendir sær til húsarhald og privatpersónar.

Onnur arbeiðspláss á landi sum okkara fiskiveiðisamstarv við Russland er við til at tryggja, finnast eitt nú á teimum flakavirkjum ið keypa inn frystan fisk frá frystitrolarunum, men eisini hjá teimum ymisku tænastuveitarunum.

Samanumtikið kann eingin ivi vera um at áhugamál Føroya eru best tænt við at halda fast um verandi fiskiveiðisamstarv við Russland.

Karl-Erik Reynheim

stjóri, Faroe Agency

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beitistíðin er longd út á heystið.

Norðhavssildin er regluliga blivin kannað seinastu 25 árini – bæði við rannsóknarferðum, og tá kanningar eru gjørdar av landaðum fiski í Føroyum, Íslandi og Noregi. Ein umfatandi greining av hesum kanningum varð herfyri útgivin í Frontiers of Marine Science.

Tá norðhavssild hevur gýtt fram við norsku strondini í februar-mars, er hon rak og vigar lutfalsliga lítið. Um summarið og út á heystið, tá nógv æti er í Norskahavinum, fitnar hon og byggir upp sínar goymslur, soleiðis at hon kann gýta aftur árið eftir. Sostatt er sildin feitast einaferð seint á árinum. Ymist er tó bæði hvussu feit hon er, tá hon gevst at eta um heystið, og nær á heystinum hon er feitast. Í greinini eru hesi viðurskifti lýst við atliti at broytingum millum ár.

Fyrstu árini sóust stórar broytingar bæði í longd og vekt hjá sildini, men síðani uml. 2005 hevur sildin megnað at halda seg javnt væl í holdum móti vetri, hóast at sildin í nøkrum tíðarskeiðum hevur verið lutfalsliga stutt. Serliga er tað størsta og elsta sildin, sum hevur verið væl fyri. Harafturat eru rognini hjá størstu sildini vaksin longu áðrenn jól seinnu árini; til samanberingar var tað áðrenn 2005 vanligt, at rogn og sil ikki fóru at vaksa av sonnum fyrr enn eftir ársskiftið. Broytingar eru eisini í fiskiskapinum – fiskiskapurin seint um summarið og heystið hevur flutt seg í ein útsynning frá norsku strondini, soleiðis at mesti fiskiskapurin hesa árstíðina síðani 2010 hevur verið millum Ísland og Føroya.

Síðstu 25 árini eru eisini broytingar skrásettar í umhvørvinum – millum annað, at smátt djóraæti í størri mun er vorðið tøkt sum føði út á heystið norðan fyri Føroyar. Hetta bendir tí á, at norðhavssildin hevur megnað at lagað seg til broyttu umstøðurnar og soleiðis etur longri út á heystið, enn vanligt var fyrr, tá sildin vanliga fór í vetrardvala út fyri norsku strondini longu tíðliga um heystið.

Greinin kann lesast her.

Eydna í Homrum

Kelda og mynd Havstovan 27 okt 2022

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hetta skrivar Norðoya Sparikassi 27. oktober 2022 á ns.fo

Fíggjareftirlitið var í mai í ár á eftirlitsvitjan í sambandi við mannagongdir sparikassans at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.

Í frágreiðingini frá vitjanini verður staðfest, at váðin fyri at sparikassin verður misnýttur til hvítvask og fígging av yvirgangi er á sama støði sum hjá øðrum peningastovnum, ið sparikassin kann sammetast við. Harumframt staðfesti Fíggjareftirlitið, at sparikassin skal endurskoða váðameting og betra um politikkir og mannagongdir innan hvítvaskøkið.

Sparikassin tekur frágreiðingina til eftirtektar og ger neyðugar tillagingar.

Frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum ella hjá sparikassanum www.ns.fo.

NORÐOYA SPARIKASSI

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Feløg innan ‘Aling’ útlutaðu vinningsbýti á 335 milliónir, innan ‘Matvøruframleiðslu’ var vinningsbýtið 395 milliónir og ‘Heil- og smásøla og umvæling av akførum’ útlutaðu 445 milliónir í vinningsbýti í 2021.

Útlutað vinningsbýti skift á vinnugreinar hjá feløgum í ikki-fíggjarliga geiranum eru dagførd fram til 2021.

Vinningsbýtið er tann parturin av úrsliti felagsins, ið verður fluttur til eigarar felagsins. 

Vinningsbýtið var 1,8 milliardir í 2021

Samanlagt fyri øll feløg var vinningsbýtið 1,8 milliardir krónur í 2021, ið er nærum 600 milliónir meira enn í 2020, tá vinningsbýtið var gott og væl 1,2 milliardir krónur.

Viðm.: Allar vinnur uttan Virksemi í høvuðssæti hjá fyritøkuKelda: Hagstova Føroyamió. kr.Allar vinnurVinningsbýti20152016201720182019202020212016201820201.0001.2501.5001.7502.0001.809

Bólkarnir, ið hava útlutað mest vinningsbýti í 2021 eru ’Landbúnaður og fiskiveiða’ við 466 milliónum, ’Framleiðsluvinna’ við 507 milliónum og ’Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ við 445 milliónum. Tølini vísa millum annað, at meðan útlutað vinningsbýti innan ‘Landbúnað og fiskiveiðu’ og ‘Framleiðsluvinnu’ lækkaði í 2020 og hækkaði so aftur í 2021, so hækkaði vinningsbýti innan ‘Heil- og smásølu; umvæling av akførum’ bæði í 2020 og 2021. Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Bólkar við hægst vinningsbýtiA Landbúnaður og fiskiveiðaC FramleiðsluvinnaG Heil- og smásøla; umvæling av akførum201520162017201820192020202120162018202002505007501.0001.250466

Innan bólkin ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ eru tað serliga flokkarnir ’Fiskiveiða’ og ’Aling’, ið útluta nógv vinningsbýti. Í 2020 var vinningsbýtið hjá feløgum í flokkinum ‘Fiskiveiðu’ 105 milliónir krónur meðan tað í 2021 hækkaði við 26 milliónum til 131 milliónir. Fyri feløgini í flokkinum ‘Aling’ var vinningsbýtið í 2021 335 milliónir, ið er 149 milliónir meira enn í 2020, tá vinningsbýtið var knappar 186 milliónir krónur.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Fiskiveiða og AlingVinningsbýtiA03.1 FiskiveiðaA03.2 Aling201520162017201820192020202120162018202002505007501.000131,1335,0

Fyri bólkin ’Framleiðsluvinna’ eru tað serliga feløgini innan deildina ’Matvøruframleiðsla’, ið hava útlutað nógv vinningsbýti. Í 2021 vóru 395 milliónir útlutaðar sum vinningsbýti, ið er 265 milliónir hægri enn 2020, tá vinningsbýtið var 130 milliónir krónur.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.MatvøruframleiðslaVinningsbýti2015201620172018201920202021201620182020100200300400500395

Heil- og smásøla og umvæling av akførum 445 milliónir í 2021

Í bólkinum ‘Heil- og smásøla og umvæling av akførum’ vóru í 2021 445 milliónir útlutaðar í vinningsbýti. Her vóru tað í mestan mun flokkarnir ‘Søla av bilum’, ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’ og ‘Onnur serheilsøla’, ið hava útlutað nógv vinningsbýti.

Vinningsbýtið hjá feløgum innan flokkin ‘Søla av bilum’ var 26,3 milliónir í 2021. Í ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’ vóru knappar 228 milliónir í vinningsbýti, harav bróðurparturin, 218 milliónir, var í ‘Heilsøla við øðrum matvørum, heruppií fiski, krabbadýrum og lindýrum’. Vinningsbýtið í ‘Onnur serheilsøla’ var knappar 90 milliónir. Flokkurin ‘Onnur serheilsøla’ fevnir serliga um vinnugreinarnar ‘Heilsøla av brennievni og líknandi í føstum, flótandi og gassformi’ og ‘Heilsøla av timbri, byggitilfari og sanitetsútgerð’.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Heil- og smásøla og umvæling av akførumVinningsbýtiG45.1 Søla av bilumG46.3 Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørumG46.7 Onnur serheilsøla2015201620172018201920202021201620182020010020030026,3227,889,9

Vís talvur (Hagtalsgrunnur)

Fyri at forða fyri, at innanhýsis útlutanir av vinningbýti koma við, eru vinningsbýtini í ‘Virksemi í høvuðssæti hjá fyritøku’ ikki við í greiningini omanfyri.

Altjóða vinnugreinaflokkingin NACE

Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.

Dømi: 

A Landbúnaður og fiskiveiða                NACE 1. stig, bólkar 

A03 Fiskiveiða og aling                           NACE 2. stig, deildir

A03.1 Fiskiveiða                                       NACE 3. stig, flokkar

A03.11 Fiskiveiða                                     NACE 4. stig, vinnugreinar, altjóða stig

A03.11.10 Feskfiskiveiða                        NACE 5. stig, vinnugreinar, føroysk greining

Geirin ‘Ikki-fíggjarlig feløg’

Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins.

Sostatt eru hesar vinnurgeinaflokkingarnar ikki við, tí at hesar fella uttanfyri geiran ikki-fíggjarlig feløg:

K Fígging og Trygging, ið fevnir um feløg í fíggjargeiranum.

O Almenn umsiitng og verja; lógarkravdar almannaveitingar

T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu

U Virksemi hjá altjóða felagsskapum

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Seinastu dagarnar hava fleiri útróðrarbátar veri til fiskiskap og er fiskiskapurin brúkiligur.

Útróðrarbáturin LÍÐHAMAR úr Klaksvík hevur fiska millum 6.000 til 8.000 pund seinastu túrarnar, veiðan er mest hýsa og nakað av toski. Hetta má sigast at verða brúkiligur ella miðal góður fiskiskapur hesa árstíðina. Við LÍÐHAMAR eru 3 mans og 2 mans eru í skúrðinum sum heimamenn og umframt teir eru tað fleiri mans sum egna akkord.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Granskingarúrslit hjá Fiskaaling eru útgivin í altjóða tíðarritinum Frontiers in Animal Science, ið hevur eina serútgávu við heitinum: “Biology Meets Technology: Aquatic Animals in Novel and New Aquaculture Production Systems”. Tað er Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling, ið er høvuðsrithøvundur á greinini.

Greinin greiðir frá kanningararbeiði, sum granskarar á Fiskaaling hava staðið fyri, har kannað verður, hvussu innihaldið av nitrit í vatni á smoltstøðum ávirkar laksin. Nitrit stavar frá ótørvum, ið laksurin hevur latið í vatnið.

Laksur upptekur nitrit úr vatninum umvegis nakrar kyknur í táknunum, sum vanliga upptaka klorid sølt. Um innihaldið av nitirit verður ov høgt skal laksurin brúka orku uppá at útskilja upptikið nitrit. Verður laksurin útsettur fyri ov høgum nitritinnihaldi í vatninum yvir longri tíð, kann hetta ávirka fysiologisku javnvágina hjá laksinum, og nitrit byrjar at upphópast í blóðnum. Hetta kann føra til klorid mangul, sum so aftur viðførir, at súrevnið ikki verður upptikið og flutt rætt í blóðnum. Ov høgt innihald av nitrit í blóðnum kann eisini føra til ov høgt innihald av kalium í blóðinum – ein støða sum verður nevnd hyperkalemi.

Av tí at nitrit verður upptikið umvegis kyknurnar, sum upptaka klorid, ber til at tilseta nakað av salti í vatni, soleiðis at fiskurin upptekur klorid í staðin fyri nitrit. Fiskaaling kannaði, hvussu væl laksurin kláraði at halda nitritjavnvágina aftaná 22 mánaðir í kørum á eini smoltstøð, ið ikki tilsetti salt í vatni, og har innihaldið av nitrit var lutfalsliga lágt.

Kanningin vísti, at aftaná 22 mánaðir hevði fiskurin eitt nitritinnihald í blóðinum, sum var 8-16 ferðir hægri enn innihaldið í vatninum. Eisini vóru tekin um at fiskurin hevði ov nógv kalium í blóðinum.

Granskingarúrslitini vísa, at laksurin hevur trupult við at halda fysiologisku javnvágina í feskvatni yvir longri tíð, tá nitritinnihaldi í vatninum er ov høgt, og at hetta kann viðføra at fiskurin fær hyperkalemia.

Tað er Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling, ið hevur staðið fyri kanningunum og er høvuðsrithøvundur á greinini. Afturat Heidi hava Elin Jacobsen og Amanda Vang frá Fiskaaling verið partur av arbeiðinum umframt Jelena Kolarevic granskari á Norska Universitetinum The Norwegian College of Fishery Science.

Úrslitini í greinini eru liður í granskingararbeiðnum hjá Fiskaaling, ið hevur til endamáls at røkka visjónini hjá Fiskaaling, sum er vitan til varandi aling.

Vísindagreinin við drúgva heitinum “Exposing Atlantic Salmon Post-Smolts to Fluctuating Sublethal Nitrite Concentrations in a Commercial Recirculating Aquaculture System (RAS) May Have Negative Consequences, kann lesast í fullari longd her. 

Kelda: Fiskaaling.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Fríggjadagin verða samráðingar millum strandarríkini um svartkjaft og norðhavssild.

Bretland, ið stóð fyri at hava formansskapin fyri hesum samráðingum eftir at tað gjørdist sjálvstøðugt strandarríki, tá ið tað fór úr ES, hevur heitt á Føroyar um at taka yvir sín leiklut og verður tað Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari, sum fer at leiða samráðingarnar millum øll londini.

Mánadagin, týsdagin og mikudagin verða samráðingar millum strandarríkini um makrel undir bretskum formansskapi.

Hósdagin fara Føroyar og Bretland at hava ein fyrireikandi fund viðvíkjandi tvíliðaðu samráðingunum um sínámillum fiskirættindi fyri 2023, ið verða í Edinburgh í døgunum 6.-8. desembur 2022.

Londini, sum eru í London hesar dagarnar eru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

Kelda og mynd: fisk.fo 13 okt 2022

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Tíðarskeiðið september 2021 til august 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Fyrstu 8 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 35% meir enn somu mánaðir í fjør. Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.

Um hugt verður eftir seinasta árinum, ið er tíðarskeiðið frá september 2021 til august 2022, kann staðfestast, at vit fyri fyrstu ferð hava útflutt fiskavørur fyri yvir 11 milliardir krónur í einum ári. 

Átta fyrstu mánaðirnir í 2022, varð útflutt fyri 8,0 milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,8 milliardir krónur. Hetta svarar til 39% vøkstur. Í talvunum niðanfyri sæst, hvussu broytingin er býtt á einstøku fiskasløgini.

Útflutta nøgdin av makreli er vaksin 14%, meðan virðið er hækkað 43%. Hetta kemst av, at prísurin fyri frystan heilan makrel er hækkaður 25%. Sama gongd sæst fyri sildina.

Laksaútflutningurin er vaksin 34% og var 3,5 milliardir krónur fyrstu 8 mánaðirnar. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 7%.

Gongdin fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu hevur verið góð. Útflutningsvirðið fyri tosk, upsa og hýsu er hækkað ávikavist 51%, 27% og 69%. Prísurin fyri hesi fiskasløgini er hækkaður 25% til 33% í miðal hetta seinasta árið.

Samanumtikið stavar vøksturin í útflutningsvirðinum hjá fiskavørunum frá prísvøkstri.

Vøruútflutningur í virði skiftur á høvuðsvørubólkar

Januar – august 2021/2022

 januar – augustmunur
 20212022mió. kr.%
Tilsamans5.7617.9852.22439
Fiskavøruútflutningur5.3847.2671.88235
Toskur55082827951
Upsi1702164527
Hýsa1021737169
Makrelur44864019243
Sild21935013260
Svartkjaftur137149129
Svartkalvi47571020
Laksur2.5833.47389034
Slógv og fiskaúrdráttir13714696
Annar fiskur9911.23524425
Aðrar vørur35649814340
Skip og flogfør21220199962

Kelda:Hagstova Føroya

Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á høvuðssløg

Januar – august 2021/2022

 januar – augustmunur
 20212022tons%
Tilsamans328.690332.4713.7821
Toskur13.14415.4832.34018
Upsi6.7976.500-297-4
Hýsa4.7385.45872015
Makrelur49.49556.5897.09414
Sild33.49542.7629.26728
Svartkjaftur42.28546.8854.59911
Svartkalvi1.6921.453-240-14
Laksur48.09444.706-3.388-7
Slógv og fiskaúrdráttir48.54116.304-32.237-66
Annar fiskur80.40996.33315.92420

Kelda:Hagstova Føroya

Útflutningurin til Russlands var 58,7 milliónir krónur í august 2022. So at siga alt var olja og aðrar vørur til russisk skip.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Mánaðarligur útflutningurRussland og EvropaRusslandEvropa (uttan Russland)AfrikaAmerikaAsia, Osiania

Vís fleiri grafar

Vís talvur (Hagtalsgrunnur)

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Danskur sjómaður sigur frá at, tá teir fiska sild er sera nógvur hýsumurtur uppíblandaður og fyri at teir kunnu landa hetta, er neyðugt hjá teimum at keyp hýsukvotur, um teir skullu kunna landa hjáveiðuna og lastina av sild.

Í Danmark er eftirlitið so strangt, at teir sleppa ikki at land og seta pumpurnar til, fyrren eftirlitið hevur sagt gott fyri hesum. Tað er eftirlit á hvørjum einasta uppisjóðarvirkið.

Spurningurin er so, hvussu er støåan í Føroyum ? . Hvussu stór er hjáveiðan av toski, hýsu og ikki minst upsa , tá uppisjóðarskipini landa til virkini í Føroyum. Hvussu er við eftirlititiðinum ?

Hava uppisjóðarskipini loyvi at landa hjáveiðu av upsa, toski, og hýsu. ?

Er tað kanna hvussu stóra ávirkan hjáveiðan av hesum fiskasløgum hjá uppisjóðarskipunum hevur á botnfiskastovnarnar undir Føroyum. ?

Skriva herur:
Óli M. Lassen reiðari og eigari av 24.FO

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Mikudagin 10. august skrivaði Bakkafrost undir sáttmálar við fyritøkurnar Malltek, RV-tøkni og Nomatek um útbygging av Høll D á smoltstøðini á Viðareiði við 2.000 m3. Høllin verður útgjørd við nýggjastu tøkni, og útbyggingin fevnir eisini um dagføring av biofiltri og vatnendurnýtslu, soleiðis at upp móti 99% av vatninum verður endurnýtt.

Íløgan er ein liður í felagsins strategi at ala laksin longri á landi, ið fer at merkja lægri lívfrøðiligan váða og betri fiskavælferð.

Eftir ætlan verður nýggja høllin klár at taka í nýtslu á sumri 2023.

Í løtuni starvast umleið 20 fólk á støðini.

Frá høgru: Rúni Olsen (Bakkafrost), Andreas Josephsen (Malltek), Ragnar Magnussen (Nomatek), Rói Vang (RV-tøkni), Finnbogi R. Djurhuus (Bakkafrost), Sigurð Jacobsen (Bakkafrost) og Regin Jacobsen (Bakkafrost)

Kelda & myndir: Bakkafrost 23.08.2022

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail