tirsdag, juli 14, 2026
Home TP - TÓRSPORTALURIN 25 ára starvsdagar inni á Gøtu

25 ára starvsdagar inni á Gøtu

0 comments

Í dag vórðu Merlie Cada Mopera Ocampo og Helga Gaard heiðraðar í býlingshúsinum inni á Gøtu, nú tær hava verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár.

Merlie Cada Mopera Ocampo byrjaði sum hjálparfólk í býlingshúsinum í august 2000, bert eitt ár eftir at húsið læt upp, og hevur verið har síðani.

Helga Gaard byrjaði sum dagrøktari í Kollafirði í 1987, og í 2011 byrjaði hon sum hjálparfólk í vøggustovuni í býlingshúsinum inni á Gøtu.

Báðar eru væl umtóktar og nógv avhildnar, bæði av starvsfeløgunum og ikki minst børnunum.

Elsa Berg, borgarstjóri, var á gátt og bar teimum báðum eina heilsan og eina gávu frá Tórshavnar kommunu sum tøkk fyri trúgva tænastu fyri kommununa í 25 ár.

Kelda og myndir:torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira