Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta byggisamtykt nummar 7 fyri Eysturbýin.
Uppskotið til broytingina er í sambandi við ætlaða íbúðarverkætlan á matrikkli 1314 í Havn. Í hesum sambandi bjóðar kommunan øllum áhugaðum til framløgu um íbúðarverkætlanina. Framløgan verður í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, mánadagin 22. juni klokkan 17.