onsdag, september 23, 2026
Home Fólk og Samfelag Landsstýrismaðurin á fundi við Marco Rubio og sameindu arktisku uttanríkisráðharrarnar

Landsstýrismaðurin á fundi við Marco Rubio og sameindu arktisku uttanríkisráðharrarnar

0 comments

Í gjár 20 sept. luttók Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, á fundi saman við sameindu arktisku uttanríkisráðharrunum úr USA, Kanada, Noregi, Íslandi, Svøríki, Danmark, Grønlandi og Finnlandi. USA var vertur fyri fundinum, sum varð hildin í New York.

Á fundinum vórðu trygdar- og verjupolitiskar NATO-raðfestingar á norðurleiðum umrøddar. Landsstýrismaðurin vísti á, at við okkara strategisku staðseting fylgir ein ábyrgd at vera við til at styrkja okkara felags trygd. Tí virka Føroyar fyri og taka lut í átøkum, sum stuðla undir raðfestingum hjá NATO um okkara leiðir.

Kelda & myndir: ufmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira