Hví skal føroyska sendistovan í London missa sítt egna sendifólk, júst nú Føroyar tosa um størri sjálvræði, økt altjóða samstarv og ein meira virknan leiklut í verju- og trygdarpolitikki?
Tann 30. september kunngjørdi landsstýrið, at uttanríkistænastan skal umskipast. Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv skulu latast aftur, meðan sendistovan í London heldur fram, men uttan egið sendifólk. Í staðin skal føroyska sendifólkið í Brússel eisini røkja sambandið við Bretland.
Spurningurin er, um hetta er rætta mannagongdin í eini tíð, tá ið altjóða trygd og samstarv hava størri týdning enn í mong ár.
Vit liva í eini sera spentari heimspolitiskari støðu. Samstundis tosa Føroyar um størri sjálvræði og um at gerast ein meira virkin partur av altjóða verju- og trygdarpolitiskum samstarvi.
Bretland er ein av okkara týdningarmiklu samstarvspørtum, bæði søguliga, handilsliga og trygdarpolitiskt. Vit vita, at Bretland hevur ein týðandi leiklut í verjuni av Norðuratlantshavi, og í eini álvarsligari kreppustøðu verður bretska verjumegin ein av teimum heilt avgerandi samstarvspørtunum.
Tí kennist tað løgið, at vit nú velja at niðurraðfesta okkara diplomatiska umboðan í London.
Tað kennist eisini løgið, at politiska leiðslan í Tinganesi støðugt tosar meira um verju- og trygdarpolitikk og um, at Føroyar skulu taka størri ábyrgd, samstundis sum vit ikki megna at hava bæði okkara vaktar- og bjargingarskip í vinnu í senn. Harumframt seldi landið fyri tíð síðan tað lítla vaktarskipið, sum vit áttu.
Hvussu skulu vit taka størri ábyrgd av trygdini í Norðuratlantshavi, um vit ikki megna at tryggja okkara egnu grundleggjandi tilbúgving?
Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður og nú borgarstjóri í Runavíkar kommunu, var millum luttakararnar, tá ið sendistovurnar og fíggjarlógin vóru viðgjørdar í sendingini Stjórnin á FM1 tann 7. oktober.
Tórbjørn hevur víst á, at tað er eitt skeivt signal at senda, tá ið ein sendistova verður niðurløgd ella niðurraðfest. Tað kann geva ta fatan, at ein ynskir at minka um samstarvið.
Eg eri samdur við honum.
Tá ið vit sum land hava stovnað eina sendistovu hjá einum av okkara týdningarmiklu handils- og samstarvspørtum, er tað óheppin uttanríkispolitikkur at taka burtur ta sjálvstøðugu diplomatiska umboðanina.
At eitt sendifólk í Brússel nú eisini skal røkja føroysku áhugamálini í Bretlandi, er ikki tað sama sum at hava eitt sendifólk, ið dagliga arbeiðir í London og byggir upp persónlig og politisk sambond við bretskar myndugleikar, vinnulív og samstarvsfelagar.
Vit skulu heldur ikki gloyma, at Bretland ikki longur er limur í ES. Tað ger tað enn meira týdningarmikið at hava eina beinleiðis og sjálvstøðuga diplomatiska umboðan í London.
Landsstýrið grundgevur umskipanina við størri denti á handilsframa og føroyskan útflutning. Men hvussu samsvarar tað við at minka um okkara diplomatiska nærveru í einum so týdningarmiklum landi sum Bretlandi?
Vit kunnu ikki øðrumegin tosa um at styrkja okkara altjóða støðu og samstarv við Bretland, men hinumegin taka stig, sum í veruleikanum kunnu veikja okkara diplomatiska samband.
Fáið viðurskiftini í rættlag. Varðveitið sendistovuna í London við egnum sendifólki og styrkið heldur samstarvið við Bretland.
OML
