Eitt fet nærri Ovasavninum í Nólsoy

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/04/10 at 6:30 PM

Ternan var á tremur við fólki, og fitt av fólk luttóku til tey nógvu tiltøkini í bygdini.

Tónleikinum stóðu Kim Hansen og Hilmar Joensen fyri, og Thomas Joensen, formaður fyri Ovasavnið helt røðu.

Borgarstjórin Heðin Mortensen bar fram eina heilsan frá Tórshavnar kommunu. Í røðuni segði borgarstjórin m.a., at nólsoyingar duga at flyta seg við tíðini, og at laga seg eftir umstøðunum. Er ein leið ikki gongd, verður gingið aðrar leiðir.

Nýggja Ovasavnið er sambært borgarstjóranum ein góð loysn, sum kemur at gera sítt til, at Ove og hansara roysnið seint verða gloymd.

Heðin Mortensen nýtti eisini høvið til at rósa teimum mongu eldsálunum, sum í árvís, hava gjørt sítt til, at Ovasavnið nú er komið so mikið langt. Samstundis vissaði hann fjøldina um, at parturin hjá kommununi ikki kemur at liggja eftir.

Stór sum smá tóku eisini av møguleikanum at luttaka í eyðkendu páskaeggjaveiðuni, og í kvøld verða stovurnar hjá fólki í bygdini karmur um nógvar ymiskar konsertir.

Kelda & mynd: torshavn.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *