Maria Thorsteinsson byrjaði í gjár í starvinum sum skrivari hjá borgarstjóranum og kommunustjóranum. Maria er úr Klaksvík, er útbúgvin innan skrivstovuyrkið og hevur drúgvar royndir frá kommunala økinum.
Frá 2015 til 2019 var hon journalleiðari í Klaksvíkar kommunu. Har hevur hon havt ábyrgdina av journalini og skjalagoymslunum hjá kommununi og undirvíst starvsfólki í 360-journalskipanini, sum vit eisini brúka í Tórshavnar kommunu.
Sum journalleiðari hevði Maria eisini nógva málsviðgerð um hendi, tá ið talan var um innlitsmál, mál viðvíkjandi grundstykkjalistanum, hýruvognsloyvum v.m.
Síðani 2019 hevur Maria starvast sum skrivari hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum. Har hevur hon millum annað havt ábyrgd av telefonmóttøkuni og móttøkuni hjá Barnaverndartænastuni, og harumframt hevur hon virkað sum skrivari á fundum hjá Barnaverndarnevndini.
Á myndini síggjast f.v. Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Maria Thorsteinsson og Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Kelda & mynd: torshavn.fo