Stásiliga bátaneystið við Múllers Pakkhús liðugt

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 7 måneder ago
Updated 2023/11/01 at 12:28 AM

Stásiliga bátaneystið úti við Müllers Pakkhús varð alment tikið í nýtslu longu á ólavsøku, men nústaðni er alt gjørt liðugt, eisini uttanumøkið. Báturin er eitt stásiligt prýði fyri býin, hevur fingið heiðurspláss og møguleiki er hjá fólki at skoða meistarliga verkið, sum er smíðað eftir gomlum føroyskum siði og sniði.

Tað eru Jákup Magnussen og Bjørn Reinert, sum hava smíðað neystið, sum er smíðað eftir gomlum byggisiði. Tað vil siga tappað saman. Arni Clementsen hevur teknað neystið og Andrass Joensen hevur undirvíst næmingunum á Kvøldskúlanum, sum hava smíðað bátin.

Longu í meimánaði ognaði kommunan sær henda føroyska bátin, sum næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla hava smíðað, soleiðis at báturin bleiv ein fólksins ogn og kemur øllum til góðar, bæði føroyingum og útlendskum gestum.

Neystið er gjørt soleiðis, at áskoðarin kann skoða bátin í samspæli við vakra maritima umhvørvið úti við bedingina. Ikki bert hevur tað stóran týdning, at varðveita bátin og føroyskt bátasmíð, men føroyski báturin er ein hin størsta gávan og vakrasta listin, vit føroyingar eiga.

Kvøldskúlin hevur seinastu árini lagt stóran dent á at halda føroyskt bátasmíð í hevd. Hetta átak kann stimbra tilvitanina og kveikja áhugan fyri føroyska bátinum.

wood

Kelda & myndir torshavn.fo okt. 2023

Share this Article