Útróðrarbátur farin at leka og holvdist

MRCC Tórshavn - Tíðindaskriv

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 8 måneder ago
Updated 2023/11/08 at 11:40 PM

Kl 1250 fekk MRCC boð um at ein útróðrarbátur var farin at leka og fleyt tungur í sjónum. Tveir menn vóru umborð og báðir vóru farnir í bjargingardraktir. Báturin var tá staddur 4-5 fjórðingar vestur úr Sandoynni.

Løtu seinni komu boð frá monnunum, at teir vóru farnir av bátinum og í gummibátin. Tyrlan, Brimil og bjargingarbáturin Arun vóru biðin um at fara til hjálpar. Somuleiðis var útróðrarbáturin Anru, sum var staddur á leiðini, biðin at hjálpa.

Kl 1322 var tyrlan á staðnum og tók báðar menninar av bátinum og fleyg teir til Landssjúkrahúsið har tyrlan lendi kl 1338.

Anru og Arun blivu báðir liggjandi hjá bátinum, sum seinni koppaði og liggur við kjølinum upp.

Ikki bar til at fáa pumpu umborð, av tí at líkindini vóru sera vánalig. Kl 1530 var avgjørt at rýma frá tí koppaða bátinum. Orsakað av líkindunum og at tað fór at myrkja skjótt, var ikki ráðiligt at gera nakað við hálvda bátin.

Brimil var ávegis til eina sleipiuppgávu vestanfyri, tá ið boðini komu um lekandi bátin. Brimil setti kós móti neyðstadda, men vendi so seinni aftur móti sleipi uppgávuni.

MRCC Tórshavn

Kl 1700 08. nov 2023

Share this Article