Home Fólk og Samfelag Vinnurnar tykjast bjartskygdari

Vinnurnar tykjast bjartskygdari

by Lagt út ÓML

Konjunkturbarometrið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, hækkar. Tað er serliga tænastuvinnan, sum er vorðin bjartskygdari. Væntanirnar hjá handilsvinnuni eru eisini betri, enn tær hava verið. Hinvegin er byggivinnan tó ikki eins jalig, sum hon hevur verið.

Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan vigar 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og ídnaðarvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.

Kelda: Hagstova Føroya

Tú kanst lesa meira frá Hagstovu Føroya her

Konjunkturbarometrið er nú 9. Tað er minni enn langtíðarmiðal, sum er 15. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir. 

Treystitalið og ávísar frá fimm kanningum

Januar 2023 til januar 2025

januar 2023juni 2023januar 2024juni 2024januar 2025
Treystital (samanvigaður ávísi)154-3-89
– Brúkaraávísi (20%)-12-10-13-9-12
– Tilfeingisvinnur og annar ídnaður – ávísi (40%)8-15-19-33-3
– Byggivinnan – ávísi (5%)6146513116
– Handilsvinnan – ávísi (5%)2-12-27413
– Tænastuvinnur – ávísi (30%)3733191838

Viðm.: Ávísar (en: indicators) liggja í talstrekkinum frá +100 til -100.

Húsarhaldini meta búskaparstøðuna í Føroyum verða verri um eitt ár

Myndin niðanfyri vísir, hvussu broytingar ávirka tíðarrøðina aftur í tíð. 

Vís fleiri grafar

Vís talvur (Hagtalsgrunnur)

Kelda: hagstova.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More