tirsdag, januar 13, 2026
Home Fólk og Samfelag Eldradagur verður leygardagin 22 mars 2025

Eldradagur verður leygardagin 22 mars 2025

0 comments

Aftur í ár verður skipað fyri eldradegi í Sunda kommunu. Í ár verður hann hildin leygardagin 22. mars í Eydnuni á Oyrarbakka.

Dagurin byrjar við morgunmati kl 9.30, og er liðugur áleið kl.15.00.

Ruben Busk kemur at borðreiða við góðum mati. Vit fara at syngja til góðar tónar, hoyra framløgur og talu. Hetta er eitt gylt høvið, at koma hvør øðrum við, og hugna sær saman. 

Nærri lýsing av tiltakinum verður kunngjørd tá dagurin nærkast.

Tilmelding
Tiltakið er ókeypis, og fyri allar borgarar í Sunda kommunu, ið eru 60 ár og eldri.

Tekna teg til her ella ring/skriva til Winnie Hansen á tlf 222583. Eisini ber til at skriva seg upp í Blákolluni. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll, til ein hugnaligan dag saman. 

Myndin er frá eldradegnum í 2024.

Kelda: sunda.fo 13-02-2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira