søndag, december 7, 2025
Home VinnaVinna & Samfelag Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan

0 comments

Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Hetta skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur manningin lagt eina fortoying út. Á fortoyingini er ein hitamátari. Endamálið er at fáa dagligar hitamátingar í eitt longri tíðarskeið á grunna partinum av Bankanum.

Fortoyingin er løgd út á knattstøðu 61°03.053’N 008°29.233’W á 110 metra dýpi og sæst á bæði https://fishin.fo/ og https://www.fishfacts.fo/. Fortoyingin er umleið 2 metrar høg – sí mynd.

Sostatt er fortoyingin ikki til vanda fyri vanliga skipaferðslu; men heitt verður á skip og bátar, sum fiska á Bankanum, um ikki at fiska ov nær við fortoyingina.

Endamálið við hydrografitúrum annars er at máta hita og saltinnihald í sjónum, umframt at máta eitt nú tøðevni og kanna djóraæti. Mátað verður eftir standardskurðum fyri at fylgja við í broytingum í føroyskum sjógvi.

Umframt fortoyingina á Bankanum varð eisini ein minni boya løgd út í Bankarennuna á umleið 800 metra dýpi. Hetta er ein sonevnd PIES (Pressure Inverted Echo Sounder), ið er eitt slag av ekkóloddi, ið stendur á botni og mátar. Við hesum tóli ber til at rokna, á hvørjum dýpi markið millum heitan og kaldan sjógv er, og hvussu tað broytist. Hesar mátingar eru partur av verkætlanini ObsSea4Clim, sum Havstovan er partur í.

Kelda & mynd: hav.fo 13. februar 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira