Home Tíðindir Fríður Pállson Dalsgarð settur sum tekniskur stjóri

Fríður Pállson Dalsgarð settur sum tekniskur stjóri

by Lagt út ÓML

Tórshavnar býráð hevur sett Fríð Pállson Dalsgarð í starv sum tekniskan stjóra. Fríður er 50 ára gamal og er útbúgvin sivilverkfrøðingur. Hann hevur starvast sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu síðani 2021.

Fríður P. Dalsgarð tekur við starvinum beinavegin. 

Tekniska fyrisiting er samansett av 5 fyrisitingarligum deildum, umframt 7 rakstrarstovnum. Samanlagt fevnir tekniska fyrisiting um áleið 265 ársverk, harav 46 starvast í fyrisitingini. 

Í politiska bygnaðinum hevur tekniska fyrisiting tilvísing til teknisku nevnd, byggi- og býarskipanarnevndina og náttúru- og umhvørvisnevndina.

Átta umsóknir vóru til starvið. 

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More