Løgtingskvinnan úr Fólkaflokkinum spyr um Skálagarð hvussu nógv búðfólk eru og um Landsstýriskvinnan hevur gjørt nokk fyri at fáa skikkað fólk til stovnin, Eru fólk á biðilista og kundi onnur enn fólk við seinheilaskaða komi inn á stovnin v.m.
At seta fram § 53 fyrispurningar er blivi alt meira vanligt. Oftani verða teir settir fram, fyri at stillarin ynskir at fáa eitt mál lýst, sum han oftani frammanundan hevur varhugan av, ikki virkar sum tað skal. Og kanska eisini fyri at fáa ávarandi ministara at svara og oftani at síggja, til, soleiðis at hann tekur seg illani út. Men hetta er eitt hent amboð hjá løgtingsfólkum at fáa útgreina viðurskiftir í ymiskum ráðum og stovnum har tað kunnu verða trupulleikar. Hon spyr millum annað:
Brúki SKÁLAGARÐ meira
Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot at tildømis eisini parkinsonsjúklingar, sclerosusjúklingar, krabbameinssjúklingar og onnur við álvarsomum sjúkum kundu fingið búpláss á Skálagarði í styttri ella longri tíð ella umlætting? Eitt er vist, tað var íhvørtfall ikki meiningin, at Skálagarður skuldi standa hálvtómir meginpartin av tíðini.
Havi sett landsstýriskvinnuni Siri Stenberg niðanfyri viðheftu spurningar um Skálagarð.
Spurningar:
- Hvussu nógv fastbúgvandi búfólk eru á Skálagarði dags dato, og hvussu nógv eru til umlætting?
2. Hevur landsstýriskvinnan gjørt nakað munagott fyri at fáa skikkaði starvsfólk til Skálagarð?
3.Eru fólk á bíðilista til tey tilboðini, sum Skálagarður kann veita?
4. Hevur landsstýriskvinnan umhugsað, umonnur enn fólk við seinheilaskaða kundu fingið búpláss í longri ella styttri tíð, ella umlætting á Skálagarði?Um ikki,hevði tað so verið eitt hugskot at t.d. parkinsonsjúklingar, sclerosusjúklingar, krabbameinssjúklingar og onnur við álvarsomum sjúkum kundu fingið búplássá Skálagarðií styttri ella longri tíð ella umlætting?
Viðmerkingar:
Tað er ein sannroynd, at tað hevur verið sera lítið virksemi á Skálagarði, síðan hann lætupp fyri skjótt 2 árum síðan. Hetta tykist løgið, tí Skálagarður bleiv bygdur, tí tørvurin á stovnsplássum til fólk við seinheilaskaða var ovurhonds stórur. Landsstýriskvinnan helt røðu, tá stovnurin opnaði,og segði millum annað:”Tann hjálp, sum fólk fáa á Skálagarði,er hart tiltrongd hjá nógvum. Í mong ár hava vit havt tørv á tí tænastu, sum Skálagarður nú kann veita. At geva fólki, sum hava fingið skaða í heilan, eina góða, fakliga og dygga tænastu. Eitt heildartilboð, sum kann gera, at fólk endurvinna førleikar, ogsum eisini kann stuðla undir, at fólk varðveita sínar førleikar.”Her er okkurt hent, tí nú eru skjótt 2 ár,síðan Skálagarður læt upp, men vit mugu tíverri ásanna, athar hevur verið meir ennhálvtómt meginpartin av tíðini. 20. juni 2024setti eg landsstýriskvinnuni í almanna-og mentamálum,Sirið Stenberg,ein grein 52a fyrispurning,nr. 52-139/2023,um viðurskiftir á Skálagarði. Í svarinum til fyrispurningin upplýsti landsstýriskvinnan, at tað var ein stór avbjóðing at fáa skikkaði starvsfólk til størvini á Skálagarði.
Hetta var orsøkin til, at fult virksemi ikki var á Skálagarði, men at stovnurin skuldi byggjast upp,og at alt tók tíð.Um tað merkisverda skuldi verið hent, at tørvurin til fólk við seinheilaskaða nú brádligaer burtur, so kundi undirritaðahugsað særat fingið at vita frá landsstýriskvinnuni, um hon hevur umhugsað, um onnur,enn fólk við seinheilaskaða í framtíðini kundu fingið búpláss á Skálagarði í styttri ella longri tíð ella umlætting. Um landsstýriskvinnanikki hevur gjørt tað, so kundi verið áhugavert at fingið at vita,um hetta ikki hevði verið vert at umhugsa. Vísandi til gongdina í málinum, lítla virksemiðá Skálagarði og svarið frá landsstýriskvinnuni, ynskir undirritaðaenn einaferð at seta fokus á hetta málið. Hetta er eitt álvarsamt mál, sum landsstýriskvinnan vónandi kann geva greitt svar uppá.Á Løgtingi,11. februar 2025
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Viðmerking frá 24fo um støðuna á Skálagarði:

Á Skálagarð man støðan ikki verða ov góð ella nøktandi sum 24fo.news skilur, so hevur starvsfólk just sagt upp, undanfarni leiðari er sagdur upp, fyrrverðandi eindarleiðarin er heldur ikki í sínum starvið longur, núverðandi eindarleiðarin byrjar at intervinera djúpt inn í stovnin og skapa ósikkurheit, so vítt sum 24fo.news skilur, uttan at vit hava tosa við almannaverkið. Tí er mín greiða fatan, at støðan ikki er nøktandi á Skálagarði.
