Landssjúkrahúsið og høvuðsstaðurin vilja verða okkara høvuðsveitari av tænastum til fólkið í hesum landið. Hetta setur stór krøv til skjótleika og nýhugsan, um alt ikki skal enda í bureaukrati og óngødsemið hjá borgarunum.
Í Føroyum hava vit hópin av sjófólkið við fiskiskipum, norska og danska handilsflotanum og í frálandavinnuni. Her eru talan um fleiri 1000 fólk og tá hesi fáa tíð til viðtalu hjá lækna í høvuðsstaðnum og hetta blívur avlýst tí flúgvarin sum danski læknin skuldi koma við ikki lendi, so má sjómaðurin aftur bíða og kann missa hópin av inntøku, tí hann ikki sleppur til arbeiðis – skipið er aftur farið til fiskarí ella í fremmandari havn.
Sjómaðurin verður fluttur í kalendaranum hjá læknaskrivaranum á LS, uttan fyrilit fyri at sjómaðurin ikki kann bíða og missa ein túr ella eina útmynstring aftur.
Hetta er púra burturvið og er neyðugt at nýta nýmótans hentleikar har tað ber til. Og skulu vit sjálvandi í nógv størri mun nýta telemedisin. So kann danski læknin sum ikki slapp til Føroyra vegna vegur seta seg við telduna dagin eftir og kunna sjómannin ou skanningar, røntgenmyndir ella blóðroyndir v.m. Tað kann sikkurt í 70%-80% av kunning avgreiðast digitalt.
Telemedisin er ein talgild heilsutænasta, ið gevur sjúklingum møguleika at fáa heilsutænastur uttan at noyðast at vitja ein lækna ella sjúkrahús likamliga, tá ið tað ikki er neyðugt.
Tað kann umfata alt frá videokonsultatiónum og telefonsamrøðum til heimafylging (monitorering) av heilsutølum sum blóðtrýst og vekt.
Telemedisin ger tað møguligt fyri heilsustarvsfólk at ráðgeva og viðgera sjúklingar, meðan teir eru heima hjá sær sjálvum. Hetta kann vera serliga gagnligt fyri sjúklingar við kroniskum sjúkum, ið kunnu fylgja við í teirra egna sjúku gongd og fáa ráðgeving grundað á heimamátningar.
Tú kanst lesa meira um telemedisin her