Nógv vrøvl í somu samrøðu í D&V í Kvøld
Forkvinnan í Tjóveldi sigur í kvøld, at tey mugu finna nýtt landsstýrisfólk at fara í Fiskimálaráðið. Fyrst sigur hon, at tað er torført at verða landsstýrisfólk um umsitingin ráðgevur skeivt. Hetta er púra ófatuligt at Landsstýrisfólk ikki vita at lógarmessugt eitur einki eg ikki visti.
Í vinnulívinum kann ein stjóri ikki siga, at eg fekk skeiva ráðgeving frá mínum starvsfólkið og tí havi eg sum stjóri ikki gjørt nakað skeivt lógarmessuga. Soleiðis gongur tað ikki fyri seg og hongur ikki saman, landsstýrisfólk skulu altíð halda lógina um tey vita ella gita.
So sigur Siri Stenberg at Dennis og løgmaður saman hava tikið avegerð um hetta. Tað er bara løgmaður sum loysir ein landsstýrisfólk úr starvið. Ikki Løgmaður saman við viðkomandi landsstýrisfólkið. So sigur hon eisini, at hon fer at finna eitt landsstýrisfólk sum er best fyri flokkin ???
Eg helt at vit skulu hava ein fiskivinnumálaráðharra sum ger tað besta fyri land og fólk og vinnu.
Óli M. Lassen, reiðari og ábyrgdarstjóri á 24fo.news
Mynd: aðalráð
