onsdag, juni 24, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum loystur úr starvi

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum loystur úr starvi

0 comments

    

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, hevur í dag biðið løgmann um at verða loystur úr starvi sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1.

Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi.

Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at:

“Landsstýrismálanevndin kann ikki staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, men er komin við einari niðurstøðu um, at hann ikki hevði heimild fyri at broyta kunngerðina um svartkjaftakvotu. Ta niðurstøðuna taki eg til eftirtektar. Fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið eru vit komnir ásamt um, at best er at landsstýrismaðurin leggur frá sær.”

Løgmaður hevur somuleiðis gjørt av, at landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fyribils røkir fiskivinnu- og samferðslumál.

Kelda: lms.fo mynd: fisk.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira