Home Fólk og Samfelag Vil hava meiningar um umhvørvispolitikk

Vil hava meiningar um umhvørvispolitikk

by Lagt út ÓML

Tórshavnar kommuna hevur gjørt ein talgildan pall, har borgarar kunnu siga sína hugsan um umhvørvispolitikk.

Tórshavnar kommuna er í holt við at gera nýggjan umhvørvispolitikk, sum skal vera stýriamboð í strembanini eftir at gerast ein grønari kommuna.

Kommunan vil fegin hava borgararnar at siga, hvat teir halda vera týdningarmikið at fáa við í umhvørvispolitikkin. Til hetta endamálið er ein talgildur pallur stovnaður á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, har fólk kunnu koma við viðmerkingum og hugskotum.

Hetta kunnu vera hugskot til átøk, sum kunnu bøta um umhvørvið, bæði lokalt og globalt. Til dømis:

·       hvat borgarar sjálvir kunnu gera

·       hvør er uppgávan hjá kommununi

·       hvørjar eru størstu umhvørvisavbjóðingarnar í dag

·       hvussu kann Tórshavnar kommuna gerast millum grønastu kommunur í Norðurlondum  

Talgildi pallurin er opin til 10. apríl kl 24. Innkomnu viðmerkingarnar verða síðani savnaðar saman og verða saman við øðrum tilfari grundarlag undir víðari arbeiðinum við umhvørvispolitikkinum.

Hósdagin 13. mars var borgarafundur í Perluni í Havn um umhvørvispolitikkin, har fleiri tóku orðið og komu við hugskotum og viðmerkingum. Mánadagin 17. mars verður fundur við staðbundnu nevndirnar hjá Tórshavnar kommunu.

Ein arbeiðsbólkur er settur at tilevna umhvørvispolitikkin, og væntandi verður arbeiðið liðugt einaferð í heyst.

Talgildi pallurin til umhvørvispolitikkin er at finna her: Sig tína hugsan um umhvørvispolitikkin

Kelda & myndir: torshavn mars 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More